Ung rúsa seg fyri at klára útbúgvingina og liva upp til krøv

“Antin eydnast tú, ella ert tú eingin.”
Hetta segði ein ung kvinna, sum las til journalist, tá ið Jeanett Bjønness og samstarvsfelagar tosaðu við hana. Hon var ein av 60, sum fólkalívfrøðingurin við lærda háskúlan í Aarhus tosaði við í samband við eina kanning, sum vísti, at fleiri ung lesandi brúka rúsevni fyri at megna strongu krøvini, hægri útbúgvingar seta teimum. Hesi ungu rúsa seg, bæði fyri at trívast undir høga trýstinum og fyri at betra um síni avrik.
Hetta er fyrstu ferð gransking av hesum slag verður gjørd í Danmark. Líknandi kanningar eru gjørdar í øðrum londum og tað er ymiskt hvussu nógv rúsandi evni verða brúkt á hendan hátt. Í USA liggur talið ímillum 7 og 34 prosent, meðan tað í Sveits og Týsklandi liggur ímillum 3 og 8. Danska granskingin er so mikið nýggj, at hon enn ikki er útgivin.
“Tey ungu, sum vit hava tosað við, føla at tey skulu vera aktiv, veljandi og íverksetaraslig. Eru tey ikki tað, so er tað ein trupulleiki og tey kenna, sum tey ikki røkka til,” sigur Bjønness, sum stóð á odda fyri kanningini.
Tey ungu, sum luttóku í kanningini føla, at tey eiga at megna eina longri røð av tingum fyri at kunna vera nøgd við seg sjálv: Eina akademiska útbúgving við toppkarakteri, eitt meiningsfult lestrararbeiði, regluliga venjing, eitt aktivt sosialt lív og fegin eina longri ferð uttanlanda eisini.
Tað er læknamedisin, sum tey ungu í kanningini taka. ADHD-medisin so sum Ritalin, og narkolepsi-medisin so sum Modafinil verða brúkt at halda seg vaknan og konsentrera seg í longri tíð. Onnur brúka betablokkarar fyri at dempa óró áðrenn farið verður til roynd.
“Fært tú 4 í kemi, so endar tú skjótt úti á gøtuni,” verður 23-ára gamla Hanna í kanningini endurgivin fyri at siga. Soleiðis tekur hon samanum stóra trýstið, tey ungu kenna. Hon nýtir betablokkarar, sum annars vanliga verða nýttir av m.a. teimum, sum hava ov høgt blóðtrýst, og er stillandi heilivágur. Tað eyðkendi nógv í kanningini, at tey kendu seg tvíbýtt, ambivalent, um teirra nýtslu av rúsevnum. Hanna heldur í veruleikanum, at hon átti at megna at fara upp í roynd uttan heilivág, men hóast hetta tekur hon betablokkarar “fyri sikkurheits skyld”.
“Medisin er ein høkja, sum tú átti at klára teg uttan,” sigur ein 24-ára gamal maður í kanningini.
Ein av trupulleikunum við trýstinum, tey ungu føla, er at hóast tað er stórt, so er tað er ikki ítøkiligt. Tað er torført fyri tey ungu í kanningini, at siga júst hvar tað kemur frá.
“Tey ungu siga frá, at kravið um at klára seg best er nakað óítøkiligt, sum ‘bara liggur har alla tíðina’,” greiðir Bjønness frá.
“Soleiðis gerst kravið um at klára seg best ein mállinja, sum flytur seg alla tíðina og er ómøguligt at liva upp til. Tey klára ongantíð heilt á mál. Medisinið er ein máti at klára seg eitt lítið sindur betri enn tað, tey høvdu klára seg uttan.”
“Eg visti væl, at ung fólk kenna seg undir trýsti, men tað gjørdi meg bilsna at síggja í hvønn mun, tey kenna, at tey ikki strekkja til,” leggur Bjønness aftrat. “Tey eru sinnað, at taka heiligvág – nakað, sum kann vera so stigmatiserandi – fyri at klára seg betri, hóast møgulig hjáárin og etiskar tvístøður.”
Tá ið Bjønness tekur samanum granskingarúrslitið, vísir hon á mentanina, sum ung vaksa upp í og sum kanska serliga ger seg galdandi í skúlanum.
“Hetta bendir sterkt á, at ung uppliva eina úrslitsmentan, sum tey kenna iva yvirfyri,” sigur hon.
“Vit fáa nøkur ung menniskju, sum eru meira upptikin av at framleiða røttu svørini enn at kanna nærri og vera forvitin. Hetta upplivi eg eisini, tá ið eg undirvísi. Fyri 20 árum síðani byrjaðu næmingar ikki at spyrja um royndir fyrrenn nakrar vikur áðrenn tær vóru á skránni. Nú er tað fyrsta, tey spyrja um tá ið skúlaárið byrjar: ‘Hvat væntar tú tær í royndini?’ Tað lýsir eina mentan, sum er meira upptikin av úrslitum enn gransking og tilgongd.”
 
Keldur:
“Nogle unge tager medicin for at leve op til krav om succes”, Center for Rusmiddelforskning
“Tager du noget for at klare studierne?”, omnibus.au.dk