Títt sjálvsvirði avger hvat tú finnur teg í frá øðrum

“Tað er nógv lættari tá ið fólk bara kalla meg ein helvitis alkoholikara,” segði hann. “Tá fólk eru vinarlig og høflig blívi eg beinanvegin illgrunasamur og illur. Hvat vilja tey mær? Tað kennist manipulerandi tá fólk eru so fitt.”
Maðurin hevði havt trupulleikar við rúsdrekka í nógv ár. Hann var vorðin umsorganarsvikin í barndóminum og ein røð av brotnum relatiónum fylgdu honum upp ígjøgnum lívið. Hann kendi ein tryggleika í at vera dømdur og avskrivaður sum ein vónleysur misnýtari. Har kendi hann seg aftur. Tað var tá ið hann varð behandlaður sum fólk, at hann gjørdist nervøsur.
Sjálvsvirði er innara sannføringin ella kenslan, vit hava, av okkara virði sum menniskju. Tað tykist ørt heldur at vilja verða kallaður ein helvitis alkoholikari enn at verða viðfarin við virðing. Men ikki um tú hevur lágt sjálvsvirði. Heldur tú títt egna virði vera lítið og einki, er tað júst ringa viðferðin, tú heldur teg hava uppiborið og kennir teg tryggan við. Góð viðferð kennist harafturímóti ikki samsvarandi við títt virði og má tí vera misskilt í besta føri, óerlig og manipulerandi í versta.
Tá ið okkurt hevur stórt virði – ein fínur bilur, ein málningur hjá einum viðurkendum málara, ein gáva frá einum, vit elska, ein elligamal arvalutur – so ávirkar tað hvussu vit fara við tí. Tá ið vit hava við okkurt virðismikið at gera, so fara vit varisliga við tí. Vit ansa eftir so vit ikki dálka, skaða ella á annan hátt oyðileggja tað. Vit verja tað frá vandum. Hava vit hinveg við okkurt, sum ikki er so virðismikið at gera, so leggja vit ikki líka nógv í hvussu vit fara við tí og hvat hendir við tí.
Sjálvsvirðið avger hvørja atferð, vit góðtaka mótvegis okkum sjálvum. Tað er sum um meira og minni virðismiklu lutirnir sjálvir sleppa at siga, hvussu teir vilja verða behandlaðir. Hvørji mørk seta vit yvirfyri øðrum menniskjum? Hvørja viðferð finna vit okkum í? Hvat sleppa fólk at siga? Hvat sleppa tey at gera?
Og hvussu fara vit við okkum sjálvum? Hvussu væl taka vit okkum av okkum sjálvum? Hvørjar vandar seta vit okkum í? Duga vit at vísa okkum sjálvum samkenslu? Alt hetta kemur aftur til hvussu virðismikil, vit meta okkum sjálv vera. Tað kemur aftur til okkara sjálvsvirði.
Sjálvsvirðið verður í stóran mun myndað í barndóminum. Tey orðaðu og óorðaðu boðini, vit fáa frá okkara umhvørvi um virðið, vit hava, seta seg fast. Mátin okkara foreldur og familja annars, okkara vinir og so samfelagið sum heild, fara við okkum, lærir okkum um hvørja viðferð, vit hava uppiborið. Á sama hátt sum tað at virðismiklir lutir verða væl viðfarnir og minni verdir lutir verri, so tulka vit ávíkavist góðu og ringu viðferðina, vit uppliva, sum sigandi okkum hvørt vit eru nógv ella lítið verd. Uppliva vit umsorganarsvik, harðskap, rúsmisnýtslu og annan ótryggleika, verða vit lærd, at vit eru minni verd sum menniskju. Um okkara vælferð, tryggleiki og gleði eru ikki raðfestingar hjá teimum, sum elska okkum mest, hví skulu tey vera raðfestingar hjá okkum? Uppliva vit hinveg umsorgan, nærleika, eymleika og tryggleika, verða vit læra tað mótsatta. Vit verða lærd, at vit eru nógv verd sum menniskju.
Men tað er ikki øll søgan. Hon endar ikki har. Vit kunnu byggja sjálvsvirðið, vit ongantíð fingu ella fingu oyðilagt, upp. Við at fáa greiði á okkara pínufullu kenslum og dømandi tankum, og við at broyta okkara atferð, kunnu vit taka stór stig ímóti einum betri sjálvsvirði. Við at gera tað, sum skapir meining fyri okkum og at liva sambært okkara virðum, byrja vit at taka okkum sjálv í álvara og sjálv at behandla okkum sum fólk, ið hava virðing uppiborna. Og so kunnu vit finna okkum relatiónir, sum viðurkenna okkum sum virðismikil menniskju. Við hesum kunnu vit útstrikað okkurt av tí, sum vit hava lært um okkara virði sum menniskju, og læra nakað nýtt og annað.  Tá kunnu vit byrja at fara við okkum sjálvum sum teir virðismiklu lutir, vit eru.