Tað eru ikki bara "alkoholikarar", sum hava trupulleikar við rúsdrekka

Hvussu sær ein alkoholikari út? Hvørjar myndir koma fram fyri teg, tá ið tú hoyrir orðið, “alkoholikari”? Hvat fær orðið teg at hugsa um?
Hetta spurdi eg ein áttanda flokk, tá ið eg og tveir starvsfelagar av Blákrossheiminum vóru og tosaðu við tey um ung og rús. Fyrsti fingurin fór upp. “Ein bumsur?”
Og tað er júst tað. Eg vænti nógv í føroyska samfelagnum hava eina rættiliga greiða mynd av hvat ein sokallaður alkoholikari er. Tað fyrsta, hugsað verður um eru bumsar, oftast menn, staðbundnir í miðbýnum í Havn. Vit hugsa um stórar nøgdir av rúsdrekka. Um lang tørn. Vit kalla alkoholismu fyri sjúku. Vit seta tey, sum stríðast við rúsmisnýtslu í bás og síggja niður á tey. Fordómarnir eru sterkir.
At tálma og fyribyrgja
Kjakið koyrir heitt í løtuni, nú tað eru 25 ár síðani, at Rúsan opnaði. Tað er greitt, at rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum er minkað eitt sindur og er broytt síðani Rúsan kom. Men hvussu skal framtíðin síggja út? Skulu vit framhaldandi hava einkarsølu? Ella skal rúsdrekka seljast í vanligum matvøruhandlum? Partur av orðaða endamálinum hjá Rúsuni er, at “minka um rúsdrekkanýtslu og fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu”. Og rúsdrekka- og rúsevnapolitikkurin hjá landinum skal, sambært framløguni hjá heilsumálaráðharranum, Sirið Stenberg, snúgva seg um “fyribyrging í breiðum høpi” – og í hesum sambandi verður Rúsdrekkasølan beinleiðis nevnd. Um endamálið er at tálma rúsdrekkanýtsluni, hvør er so besti mátin at gera tað?
Breið semja er millum tingfólk – nøkur einstøk tó undantikið – um at beinleiðis samband er ímillum atkomiligheit og hvussu nógv verður drukkið. Lættari tað er at fáa fatur á rúsdrekka, meira drekka fólk av tí. Hetta er niðurstøðan, gransking á økinum kemur til og er leisturin, okkara grannalond arbeiða út frá. Atkomiligheit er ikki tað einasta, sum spælir inn, men er ein týdningarmikil partur av fyribyrgingarsligu heildini. Vilja vit fyribyrgja misnýtslu og tryggja, at nýtslan er so lá sum møguligt, bendir alt á, at vit skulu seta rímiligar avmarkingar á atkomiligheitina.
Men hvat er tað, vit vilja tálma og fyribyrgja? Hvat er misnýtsla av rúsdrekka í veruleikanum?
Tann desperati, uppfinnsami rúsbundni
Tí eitt av argumentunum, sum summi, ið vilja hava rúsdrekka út í handlarnar, føra fram, er, at Rúsan strangt tikið er óneyðug, tí einki kann í veruleikanum forða einum sokallaðum alkoholikara at skaffa sær rúsdrekka. Ert tú veruliga bundin og kennir tú ein nóg átroðkandi tørv á at drekka, kann tað gera tað sama um rúsdrekka er til sølu í eini einkarsølu, einum matvøruhandli, onkra aðrastaðni ella ongastaðni! Kosta hvat tað kosta vil, so fært tú okkurt at drekka. Hetta skal vera eitt argument fyri sokallaðari liberalisering, sambært teimum, sum vilja hava rúsdrekka í matvøruhandlar.
Tað kann væl vera, at tað passar, at atkomiligheit í onkran mun er óviðkomandi fyri tann veruliga desperata og uppfinnsama rúsbundna og tað tí, fyri hann, kann gera tað sama um rúsdrekka fæst her ella har. Men við hesum fylgir ikki, at rúsdrekka tí saktans kann seljast í matvøruhandlum uttan at tað skaðir nakran.
Vit hava í Føroyum sterkar fordómar ímóti rúsdrekkamisnýtslu. Vit hava eina greiða mynd av hvat slík misnýtsla er. Men sterka og greiða fatanin, vit hava av “alkoholismu” og “misnýtslu”, kann gera tað torført hjá okkum at fáa eyga á trupulleikar, sum ikki passa inn í hesa fatanina. Hetta er galdandi fyri samfelagið sum heild, men eisini fyri misnýtaran sjálvan.
Tú nýtist ikki at hava eitt fast sitipláss í Steinatúni fyri at hava ein rústrupulleika. Tað eru ikki bara sokallaðir alkoholikarar, sum hava trupulleikar við rúsdrekka. Tú kanst drukkin seta teg í ein bil og koyra eitt barn yvir, fyrstu ferð tú yvirhøvur drekkur. Ger tín nýtsla av rúsdrekka tað torført hjá tær, at halda avtalur við vinir, at gera tíni skúlating ella at liva upp til skyldur til arbeiðis, so hevur tú ein rústrupulleika. Skapar tín nýtsla stríð í parlagnum, so hevur tú ein rústrupulleika. Gerst tú ein persónur, sum tær ikki dámar og kanst tú ikki forsvara tína atferð yvirfyri tær sjálvum, so hevur tú ein rústrupulleika. Vendir tú tær til rúsin ístaðin fyri at fyrihalda teg til tínar keðiligu kenslur, so hevur tú ein rústrupulleika. Tú ert kanska ikki ein “alkoholikari”. Men tú hevur ein rústrupulleika.
Ikki nøgd, men fylgir
Kanska skulu vit fara frá, at tosa um misnýtslu. Kanska skulu vit heldur tosa um problematiska nýtslu. Um orðið “misnýtsla” blindar okkum yvirfyri vandunum og skaðunum, sum fylgja við nýtslu, sum hóast hetta ikki er so ekstrem, at vit meta hana vera misnýtslu, so er orðið til meira skaða enn gagn.
Misnýtsla snýr seg ikki um nøgd, tað snýr seg um fylgir. Einki barn, sum er vaksið upp við foreldrum, sum høvdu rústrupulleikar, tosar um hvussu nógv tey drukku. Barnið tosar um hvussu tey broyttust. Um hvussu tey knappliga skiftu ham, knappliga vóru fráverandi, kropsliga og kensluliga, og um ótryggleikan og óttan, sum fylgdi við og eitraði gerandisdagin.
Tað hevði verið nógv lættari, um sokallað alkoholisma var eitt greitt, skilamarkað fyribrigdi har úti onkursvegna, og spurningurin um tú vart innanfyri ella uttanfyri snúði seg um genstandir, livratøl ella hvørt lokalu bumsarnir kendu títt navn ella ikki. Tíverri er tað ikki so lætt. Tá tað kemur til rústrupulleikar, krevst sjálvsinnlit og sjálvrannsakan. Hvussu nógvum rúsi ert tú til reiðar at liva við? Hvussu nógv metir tú teg hava ráð til, yvirfyri maka, børnum, arbeiði, skúla og tínum nærsamfelagsligu skyldum? Hvussu ofta skulu børnini síggja teg ávirkaðan? Hvussu nógvar sjúkradagar kanst tú góðtaka? Kann arbeiðsgevarin góðtaka? Hvussu nógv í tíni fíggjarætlan er sett av til rúsdrekka? Hevur tú hugsa um heilsuna hjá tær? Fyriheldur tú teg til tína kenslur ella drekkur tú pínuna burtur? Og so framvegis.
Tað er her, tað at tálma og fyribyrgja gerst viðkomandi. Eitt er hvat sokallaðir alkoholikarar drekka og hvussu teir fáa fatur á tí. Men um tað er soleiðis, at rústrupulleikar eru nakað, nógv fleiri enn bara “alkoholikarar” hava og uppliva, so er tað væl og virðiliga innanfyri áhugamálini hjá einum samvitsku- og ábyrgdarfullum samfelagi, at taka rústrupulleikar í breiðasta høpi í álvara. Tálmandi og fyribyrgjandi rúsdrekkapolitikkur má taka í álvara tað, at tað ikki bara eru “alkoholikarar”, sum hava trupulleikar við rúsdrekka.
Hendan greinin varð prentað í Sosialinum 10/11-2017.