Blákrossheimið skipar fyri spennandi skeiðum í 2025 og 2026

Tað er týdningarmikið fyri starvsfólk og stovnar í umsorganar- og viðgerðargeiranum, støðugt at halda seg fakliga dagførdan. Hvat sigur nýggjasta granskingin um bestu háttaløgini, sum kunnu hjálpa í ofta torskildum og truplum støðum?

Blákrossheimið hevur í fleiri ár skipað fyri júst slíkum skeiðum og útbúgvingum, har undirvíst hevur verið í vísindaliga undirbygdir viðgerðarhættir. Hesi skeið hava verið ætlað til professionell innan umsorganar- og viðgerðargeiran. Tað vil til dømis siga stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar og læknar.

Í ár og í næsta ár skipar Blákrossheimið fyri trimum slíkum skeiðum. Tey eru hesi:

Skeið í “Prolonged Exposure” (PE)

Hetta skeiðið er ein møguleiki hjá luttakarum at læra at veita PTSD viðgerð. PE viðgerðin gevur góð úrslit í sambandi við klientar við PTSD og komorbidari rúsnýtsluórógv, borderline ella aðrari psykiatriskari líðing.

Skeiðsdagar: 9. – 10. oktober og 23. – 24. oktober 2025.

Skeið í kognitivari atferðarterapi (KAT)

Kognitiv viðgerð er fyrsta val, tá ið tosað verður um tunglyndi, angist, OCD, PTSD og ADHD. Skeiðið fer at snúgva seg um kognitiva háttalagið, og hvussu sálarligir trupulleikar grundleggjandi verða viðgjørdir.

Skeiðsdagar: 5., 6. og 7. novembur 2025.

Útbúgving í dialektiskari atferðarterapi (DAT)

Hetta er ein tvørfaklig útbúgving í dialektiskari atferðarterapi (DAT). Á hesum skeiðinum fáa luttakarar vitan um DAT, og hvussu tað kann brúkast í egnum virksemi.

Skeiðsdagar: 8. – 9. januar, 5. – 6. februar, 5. – 6. mars, 9. – 10. apríl og 7. – 8. mai 2026.

Hevur tú spurningar um hesi skeið, kanst tú ringja til Blákrossheimið á 770770, ella skriva okkum ein teldupost.