770 770

Útbúgving í DAT

Dagføring fríggjadagin, 11/9: Skeiðið er fult teknað!

Blákrossheimið vil fegið bjóða tær útbúgving í dialektiskari atferðarterapi, stytt DAT. DAT er eitt vísindaliga viðurkent sálarfrøðiligt háttalag, sum verður brúkt í nógvum ymiskum viðgerðarhøpum. Skeiðið er ætlað fakfólki, sum arbeiða við menniskjum og ynskja grundleggjandi sálarfrøðiligar førleikar til at skilja og viðgera sálarlíðing (eitt nú stuðlar, rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, psykologar og læknar). Miðallang viðkomandi útbúgving er viðmæld.

Tíðindaskriv kann lesast her.


Undirvísari: Casper Aaen, cand.aut.psyk.

Stað: Tórshavn
Dato: 22. – 24. okt., 19. – 21. nov. og 10. – 13. des 2020.
Klokkan: 8:00 – 16:00 (hós-, fríggja- og leygardag), 8:00 – 12:00 (sunnudag)

Kostnaður: 16.280,- fyri 10 dagar

Tilmeldingarfreist: 1. okt 2020