Kom við á skeið í tí nýggjasta nýggja innan DAT!

Dialektisk atferðarterapi, ella DAT, verður brúkt av sálarviðgerðum kring allan heimin. Hetta sálarfrøðiliga háttalagi er vísindaliga undirbygt og góð prógv eru fyri, hvussu væl tað hjálpir fyri bæði persónsleikaórógv, sjálvmorðsatferð, rúsnýtsluórógv, etingarólag, posttraumatiska strongd og aðra sinnisliga líðing.

Nógvir viðgerðar í Føroyum, bæði innan tað almenna og privata, hava prógv í DAT og brúka tað í sínum dagliga yrki. Fleiri teirra hava eisini fingið útbúgving gjøgnum skeið, sum Blákrossheimið hevur skipað fyri.

Seinni í ár skipar Blákrossheimið fyri einum spennandi, nýggjum skeiði í DAT. Undir heitinum, “DAT – tað nýggjasta nýggja”, fer danski sálarfrøðingurin Casper Aaen at undirvísa í teimum broytingum og menningum, sum eru farnir fram innan DAT seinastu árini. Hetta uppfrískandi skeiðið er ætlað sálarviðgerðum, bæði nýggjum eins væl og royndum, sum ynskja at leita sær nýggjan íblástur til teirra terapeutiska arbeiði.

Skeiðið verður 23.-24. oktobur 2025 á Hilton Garden Inn í Tórshavn. Kostnaðurin verður 4.200,- kr.

Les meira og melda teg til her.