Vilt tú menna tínar terapeutisku førleikar? Kom so og nem tær útbúgving í Prolonged Exposure.
PE PE, sum stendur fyri Prolonged Exposure, er vísindaliga grundað viðgerð fyri PTSD. Mett verður, at millum 60% og 75% av fólkum uppliva traumatiskar hendingar. 10% av teimum menna PTSD, ella post-traumatiskt stressórógv. Traumatiserandi hendingar kunnu vera kynslig misnýtsla, harðskapur, vanlukkur, kríggj ella annað, sum ein sjálvur kann uppliva ella vera vitni til. Við PTSD fylgja ofta aðrar diagnosur, eins og rúsnýtsluórógv, borderline persónsleikaórógv, angist og annað.
Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Luttakarar fáa undirvísing í hvat trauma og PTSD eru, og hvussu teir kunnu hjálpa klientum at konfrontera síni traumatisku minnir og á hendan hátt fáa betri sálarheilsu og hægri lívsgóðsku.
Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Tvs. rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, læknar og líknandi.
Tilmelding Ynskir tú, at melda teg til, kanst tú senda Blákrossheiminum ein teldupost ella ringja 770 770. Vinarliga upplýs for- og eftirnavn, aldur, bústað, telefonnummar, útbúgving, starv og starvsstað og, um viðkomandi, um atlit skal takast til ovurviðkvæmi fyri eitt nú gluten ella laktosu.
Meldar tú teg til áðrenn 1. juni, fært tú 10% í avsláttri!
Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!