Forsíða

Almennir fundir

Fundir týsmorgun og hósmorgun

Hvønn týsmorgun og hósmorgun frá kl. 10.15-11.45 eru fundir, ið tú ert vælkomin at verða við til. Á fundinum týsdag eru annaðhvørt fyrilestrar ella fólk, ið koma inn at siga sína lívssøgu. Hósmorgun hevur prestur fundin.

Fundurin er ætlaður teimum, ið hava verið í viðgerð fyri bundni av rúsandi evnum, og teimum, ið hava trupulleika av rúsandi evnum. Tað verður væntað av tær, at tú ikki ert ávirkaður, tá tú kemur á fund.

 

Eftirviðgerðarfundur

Endamálið við eftirviðgerðarfundunum er at geva tær møguleika at hitta onnur, sum eisini hava verið í viðgerð og tosa um evni, sum hava við tað góða lívið at gera. Her ber til at seta orð á avbjóðingar, og at fáa og geva stuðul í bólkinum.

Fundirnir verða hildnir:

mánakvøld kl. 19:00-20:00 á Blákrossheiminum á Nesi.

hóskvøld kl. 19:00-20:00 í Skjólinum í Kongagøtu í Tórshavn.