Forsíða

Avrúsing

Vísandi til §6 í reglugerðini fyri Blákrossheimið, fevnir innskriving á heimið um viðgerð av bundni. Avrúsing hevur til endamáls at hjálpa fólki at steðga misnýtsluni, og verður leidd av lækna og deildarsjúkrarøktarfrøðingi. Avrúsing verður stuðlað við heilivági og varir áleið 8-10 dagar. Er tørvur á longri avrúsan við heilivági, verður støða tikin í hvørjum einstøkum føri í samráð við læknan.

Samstundis sum tú ert í avrúsing stuðlað við heilivági, ert tú eisini í einum avrúsingarbólki, sum eitt starvsfólk okkara hevur ábyrgdina av.

Meira fæst at vita við at lesa faldaran, sum tú finnur her.