Forsíða

Familjuviðgerð

Tá tað er ein í familjuni, sum hevur trupulleikar av rúsandi evnum, rakar tað øll í familjuni.

At vera nær einum, sum hevur trupulleikar av rúsandi evnum og er bundin at hesum, kann føra til nakrar óhepnar vanar, sum vanliga verða róptir viðbundni.

Viðbundni kann vera eitt úrslit, tá tú, sum avvarðandi til ein bundnan, verður fangaður í vanum og reaktiónum, sum hvørki gagna tær ella tí bundna.

Tað er natúrligt og rætt at vilja hjálpa einum, sum ein er góður við, men tað kann í ávísum førum vísa seg at vera trupult.

Á tann hátt kann hjálpin, tú sum avvarðandi ynskir at geva tí bundna, enda í kontroll, vreiði og skuffaðum kenslum.

Tað er ein sannroynd, at børn hjá foreldrum við trupulleikum av rúsandi evnum hava stóran tørv á hjálp og stuðli.

Fleiri avvarðandi hava gjøgnum árini brúkt orku uppá at fáa familjuna at virka og at fáa tann bundna at gevast við at rúsa seg. Tí er tað av alstórum týdningi, at familjan ikki verður gloymd.

Familjuviðgerðin verður leidd av Leivur á Lakjuni.

Melda teg til eina komandi familjuviðgerð her.

 

Meira um familjuviðgerð kann lesast niðanfyri:

Familjuskeið

Familjuráðgevi

-5 góð ráð – samtalan við tann rúsbundna