Forsíða

5 góð ráð – samtalan við tann rúsbundna

Vegleiðing til tann avvarandi – samrøðan við tann rúsbundna

Um tú ætlar, at hava eina samrøðu um rústrupulleikar við ein, ið stendur tær nær, er altíð best um viðkomandi er edrú/ur meðan samtala verður. Tá ið tú hevur gjørt av, at hava eina samrøðu við ein, ið stendur tær nær, hav so í huga tey trý K’ini.

 

Tey trý K’ini

Kærleiki  – er, at tosa við virðing og forstáilsi fyri at viðkomandi ikki skal kenna skuld og skomm.  Skuld og skomm eru kenslur, ið kunnu gera, at viðkomandi noktar at hava ein trupulleika. Skil trupulleikan frá persóninum. Hetta hjálpir tær at fáa samband við nakrar positivar og kærleiksfullar kenslur mótvegis teimum, sum eru bundin.

Konkret  – er, at ein kann tosa um trupulleikan, sum hann veruliga er. Hetta er neyðugt fyri at bróta tøgnina og fyri at síggja veruleikan í eyguni. Tak útgangsstøði í einum dømi, ger tær ómak at seta orð á og at gera alkohol/rúsevnis trupulleikan ítøkiligan.

Konsekvens  –  er, at seta nøkur greið mørk fyri, hvat tú vilt finna teg í, og at tað eru nakrar avleiðingar, um hesi mørk vera brotin. Tað er neyðugt fyri tann rúsbundna, at síggja og viðurkenna fylgjurnar av sínum trupulleika. Finn út av, hvar tíni mørk eru, tá ið talan er um alkohol/rúsevnis trupulleikan.

 

Samrøðan
Ger av, hvat tú vilt hava burtur úr samrøðuni, áðrenn tú fert til verka

  • Tú kanst til dømis siga, hvørjar avleiðingar tað fær, um eingin broyting hendir, og tú kanst bjóða tær til at hjálpa. Men ger tær greitt, hvat ið tú vilt hava burturúr samrøðuni, áðrenn byrja verður.

Finn onkran, sum kann stuðla tær

  • Fá onnur í t.d. familjuni at taka undir við tær. Setið felags krøv.

 

Vís virðing og kærleika í samrøðuni

  • Um tú spyr um orsøkina til hví hann ella hon drekkur ov illa, so mást tú góðtaka svarið. Tað vil siga, ikki kjakast um orsøkin er røtt ella skeiv.
  • Halt fast við tíni fatan av trupulleikanum, hóast hann ella hon sýtir fyri at hava nakran trupulleika.
  • Ver ítøkilig/ur
  • Ger samrøðuna til eina “eg-samrøðu”.
  • Sig frá hvussu tú upplivir støðuna, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri teg og hvørji krøv tú setir.
  • Legg dent á loysnir. Vís, at tú ert fús/ur at hjálpa við at loysa trupulleikarnar.
  • Sig bart út, at tað eru trupulleikarnir av rúsinum, tú vilt sleppa av við, og ikki viðkomandi sjálva/n.
  • Sigur hann ella hon ja til kravið um broyting, ger so eina skrivliga avtalu. Sigur hann ella hon nei til kravið um broyting, sig so skilliga, hvørjar avleiðingar tað fær.
  • Nevn bara avleiðingarnar, um tú ert til reiðar/ert førur fyri at seta tær í verk.

 

Fá tær kunnleika um møguleikarnar at fáa hjálp

  • Blákrossheimið tlf: 770 770
  • Rúslinjan hjá Bláa Krossi tlf: 770 777
  • Skrivstovan hjá Bláa Krossi tlf: 770 700
  • Tín lækni kann eisini vísa tær á aðrar møguleikar

 

Far møguliga við fyrstu ferð

  • Um tit semjast um onkra viðgerð, gerið so av, um tit skula fara saman til fyrstu samrøðuna og hvat tit hvør sær hugsa at fáa burturúr.

 

Minst til: Tú mást ongantið taka á teg uppgávur hjá hinum. Hvør einstakur hevur sína uppgávu og sína ábyrgd, og um tú tekur ábyrgdina á teg, so hevur tú tikið hana frá einum øðrum.