Forsíða

Familjuskeið

Familjuskeiðið er eitt samansett skeið við undirvísing og bólkasamrøðum, sum strekkir seg yvir 4 mánaðir. Høvuðsendamálið við familjuskeiðinum er at arbeiða fram móti einum lívi, har rúsandi evni ikki seta dagsskránna.

Á skeiðingum verður arbeitt við broytingum og sjálvsfatan, hvussu vandastøður kunnu elva til, at gamlir vanar trína fram aftur, umframt at ljós verður varpað á hvussu sambond við onnur ávirka eins egna lív. Somuleiðis verður arbeitt við ætlan og virkni, ið stuðla undir møguligum broytingum.

 

Várskeiðið 2020 byrjar 5. – 7. mars, 2. apríl, 12. mai og 4. juni. Skeiðið verður í Skúlanum við Løkin, Runavík.

 

Kostnaðurin fyri skeiðið er einans 700 krónur. 18 ára aldursmark er fyri skeiðið.

Melda teg til familjuskeiðið her.