Heildarviðgerð
Heildarviðgerðin varir í 2 ár. Høvuðsendamálið við heildarviðgerðini er at arbeiða fram ímóti einum innihaldsríkum lívi uttan rúsandi evni. Eftir avrúsingina fer viðgerðin fram í afturlatnum bólkum. Endamálið við at hava afturlatnar bólkar er at skapa álit og tryggleika millum luttakararnar. Hetta tryggjar eisini arbeiðsfrið og støðuga framgongd í viðgerðini.
Meira fæst at vita við at lesa faldaran, sum tú finnur her.
Nærri lýsing av døgnviðgerð og eftirviðgerð sæst niðanfyri: