Forsíða

Døgnviðgerð

Í døgnviðgerðini verður tú ein luttakarari í einum afturlatnum bólki. At vera ein afturlatin bólkur merkir, at eingin sleppur inn í bólkin, tá ið viðgerðin er byrjað. Endamálið við at hava afturlatnar bólkar er at skapa álit og tryggleika millum luttakararnar í bólkinum.

Døgnviðgerðin varir í 6 vikur. Endamálið við døgnviðgerðini er at styrkja sjálvsvirðið og menna kjarnustyrkirnar, umframt at gerast tilvitaður um seg sjálvan og sítt umhvørvi, og hvussu ein kann koma víðari frá tí støðu, ein er komin í.

Leivur á Lakjuni og Arni Zachariassen leiða døgnviðgerðina.