Forsíða

Eftirviðgerð

Endamálið við eftirviðgerðini er at vera stuðlandi í avgerðini um eitt innihaldsríkt og rúsfrítt lív. Eftirviðgerðin er í trimum pørtum.

Fyrsti partur er eftir, at døgnviðgerðin er liðug. Har savnast luttakararnir, sum vóru saman í døgnviðgerðini, javnan yvir eitt tíðarskeið uppá 6 mánaðir. Síðani er eitt eftirviðgerðarskeið, sum varir í 15 vikur. Umframt at eftirviðgerðarfundur er eina ferð um vikuna.

 

Eftirviðgerðir eru í trimum pørtum:

-Eftirviðgerð eftir døgnviðgerð

-Eftirviðgerðarskeið

-Eftirviðgerðarfundur