Forsíða

Eftirviðgerðarskeið

Eftirviðgerðarskeiðið varir í 15 vikur. Eftir at tú hevur verið í døgnviðgerð, hevur tú møguleika til at hittast til fund eina ferð um vikuna. Endamálið við eftirviðgerðarskeiðnum er, at tú verður betri til at handfara avbjóðandi støður, kenslur, hugsanarhátt og sannføringar. Eitt starvsfólk hevur ábyrgdina av eftirviðgerðarskeiðnum.