Kognitiv viðgerð er fyrsta val, tá ið tosað verður um tunglyndi, angist, OCD, PTSD og ADHD. Skeiðið fer at snúgva seg um kognitiva háttalagið, og hvussu sálarligir trupulleikar, eins og angist, tunglyndi, etingarólag, rúsnýtsluórógv og OCD, grundleggjandi verða viðgjørdir.
Hvat er hugskotið við kognitivari atferðarterapi? Kognitiv atferðarterapi byggir á hugskotið, at upplivingin, sum menniskju hava av sær sjálvum og heiminum, ikki er objektiv og uttanveltað. Fatanin, einstaklingurin hevur av tí, sum hendir, er altíð ávirkað av fýra viðurskiftum, sum eisini ávirka hvørt annað. Hesi fýra viðurskifti eru tankar, kenslur, atferð og kropskenslur. Hesi verða onkuntíð avmyndað sum tann “kognitivi gimsteinurin”.
Vit uppliva veruleikan á ein útveljandi hátt, skilt á tann hátt, at vit, hóast vit í stóran mun ikki eru tilvitað um tað, áhaldandi leggja merki til tað, sum merkir nakað serligt fyri okkum, grundað á okkara sinnisstøðu í løtuni ella ymiskt, vit fyrr hava upplivað.
Í eini ítøkiligari støðu virka menniskju tískil ikki sum teldur, sum á ein uttanveltaðan hátt eygleiða veruleikan gjøgnum eitt kamera og síðani gera sær metingar um tað, sum hendir, og hvat tað merkir. Vit kunnu tvørturímóti fata eina støðu sum vandamikla (tanki), gerast bangin (kensla), so okkara hjarta slær skjótari (kropskensla) og royna at flýggja ella verja okkum (atferð) – eisini hóast øll ikki vildu verið samd um, at talan er um eina vandamikla støðu. Áðurnevndu fýra viðurskifti samvirka og vissa okkum, at vit eru í vanda.
Í kognitivum høpi verður hugt nærri at óhjálpsomum kognitiónum og tankamynstrum, sum ikki virka á besta hátt. Í tí sambandi verður kannað nærri, reflekterað og umskipað. Endamálið er at bjóða neiligum sannføringum og tankum av. Hetta hjálpir klientinum at gera sær tankar og sannføringar, sum eru nærri veruleikanum og hjálpsamari.
Undirvísarin Casper Aaen, sálarfrøðingur, arbeitt í psykiatri í 15 ár. Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út, ávikavist í 2011 og 2014. Hann hevur eisini skrivað kapitlar í bókunum, Grundbog í kognitive metoder (Dansk Psykologisk Forlag) og Psykoterapeutiske tilgange til PTSD (Hans Reitzels Forlag).
Hann hevur nógvar terapeutiskar royndir innan tunglyndi, angist, OCD og persónsleikaólag.
Luttakarar Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar, námsfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.
Freistin at tekna seg til skeiðið er 1. februar 2023. Kostanaðurin er 5835 kr. Teknar tú teg áðrenn 1. januar 2023, fært tú 10% í avsláttri. Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!