770 770

Tvørfaklig útbúgving í dialektiskari atferðarterapi (DAT)

Kensluliga óstøðugt persónsleikaórógv (ICD10) ella borderline persónsleikaórógv (DSM IV) hoyra til flokkin av psykiatriskum diagnosum, sum krevja nógv tilfeingi í psykiatriini. Mett verður, at 20% av teimum, sum eru á psykiatrisku deild, og 25% av teimum, sum eru á øðrum samdøgurstovnum, hava hesar diagnosur. Hesir borgarar eru ofta sjálvmorðshóttir og hava sjálvskaðandi atferð. Komorbiditetur kemur eisini fyri, og nógvir av borgarunum líða eisini undir tunglyndi, angist, etingarólagi og ymiskum sløgum av rúsmisnýtslu. Samstundis er gott próvgrundarlag fyri, at tey, sum hava rúsnýtsluórógv, njóta gott av DAT, tí sambært gransking bendir alt á, at 50% av teimum við rúsnýtsluórógv hava eitt persónsleikaórógv – og tað kann verða viðgjørt við DAT.

Dialektisk atferðarterapi er ein próvgrundaður viðgerðarháttur, sum kann hjálpa hesum borgarum burtur úr sjálvmorðshóttari atferð, sjálvskaða og at verða innløgd ferð eftir ferð, og soleiðis greitt betra um teirra lívsgóðsku. Hann er eisini tilfeingissparandi og hjálpir borgaranum á mál til eitt nógv betri lív. Dialektisk atferðarterapi leggur serliga áherðslu á fýra viðgerðarøki: relatiónir, kenslustýring, uppmerksemis- og kreppuførleikar. 

Innihaldið í skeiðinum
DAT snýr seg bæði um vanliga loysnfokuseraða atferðarterapi og akseptfokuseraða viðgerð, grundað á mindfulness og aðrar minni siðbundnar psykoterapeutiskar viðgerðarhættir. Dialektikkurin í DAT snýr seg um at sameina broyting og aksept í viðgerðini av borgarum, sum illa megna at stýra sínum kenslum. 

DAT verður brúkt í sambandi við aðrar borgarar, sum hava trupult við at stýra sínum kenslum og líða av sjálvskaða, etingarólagi, vreiðisherðindum, tunglyndi og rúsnýtsluórógv. Góð prógv eru fyri, at borgarar, sum eru innskrivaðir á samdøgurstovnar og eru í øðrum stovnsumhvørvi, hava gott av DAT.

Skeiðið verður sera pedagogiskt sett saman, og nógv tíð verður sett av til venjingar fyri at tryggja, at luttakarar læra førleikarnar gjøgnum ymiskar venjingar. Nógv orðaskifti og venjing verður á skeiðinum. 

Fylgjandi punkt verða gjøgnumgingin:

  • Filmsbrot við borgarum, sum hava rúsnýtsluórógv, etingarólag, PTSD og borderline. DAT amboð kunnu brúkast í sambandi við hesar málbólkar
  • Biososiala modellið, kensluligt viðbrekni og óviðurkennandi umhvørvi
  • Hvat er vantandi kenslulig stýring? Hvussu ávirkar tað borgarar við sjálvskaða, etingarólagi, rúsnýtsluórógvi og aðrari sjálvsoyðandi atferð? 
  • Viðgerðarstig: frá sjálvskaða til dugnasemi við DAT førleikum
  • Kenslustýring, uppmerksemis-, kreppu- og relatiónsførleikar
  • Atferðarterapi: ketugreining, vikuskema, fatan av kenslum í einum atferðarterapeutiskum høpi
  • Viðurkenning av klientum
  • Dialektikkur í DAT viðgerð
  • Mindfulness hjá terapeuti
  • Filmsupptøkur av staksamtalum
  • Filmsupptøkur av hvussu førleikar eiga at nýtast, við Prof. Marsha Linehan
  • Førleikavenjing sum DAT terapeutur
  • Í útbúgvingini læra luttakarar um allar DAT førleikarnar

Undirvísarin
Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum hevur ábyrgd av útbúgvingini. Hann arbeiðir í gerandisdegnum við DAT sum viðgeri. Hann hevur drúgvar kliniskar royndir millum annað við etingarólagi, sjálvskaða, rúsnýtsluórógv, persónsleikaórógvi, angist, tunglyndi, trauma og OCD. Hansara drúgvu royndir umfata bæði einstaklingasamtalur og førleikavenjing. Hann hevur vant við og fingið undirvísing frá Alan Fruzzetti, professara, í nógv ár. Hann hevur eisini vant við professarunum Åsa Nilsonne, Edna Foa og Marsha Linehan. Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út, ávikavist í 2011 og 2014. Hann superviserar DAT toymi og gevur stovnum útbúgving í DAT. Hann hevur undirvíst og hjálpt til við at stovnseta DAT viðgerð á fleiri sjúkrahúsum, umframt bæði kommunalum og privatum samdøgurstovnum. 

Á hesum skeiðinum fáa luttakarar vitan um DAT, og hvussu tað kann brúkast í egnum virksemi. DAT viðgerð bæði til vaksin, foreldur og ung verður løgd fram. Væntað verður ikki, at luttakarar sjálvir byrja DAT viðgerðartilboð, tí útbúgvingin er eisini ætlað til teirra, sum einans ynskja at læra einstøk amboð, sum tey ynskja at nýta í sínum egna terapeutiska arbeiði. Luttakarar fara at fáa frálæru í nógvum kliniskum førleikum: ketugreiningum, tilbakafalsforðing, uppmerksemisvenjing, kenslustýring, akseptførleikum, kreppuførleikum og relatiónsførleikum. 

Luttakarar
Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.

Skeiðsdagar: 1.-4. mars, 30.-31. mars, 20.-21. apríl og 11.-12. mai 2023.

Staðseting: Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

Freistin at tekna seg til DAT skeið er 1. november 2022. Kostnaðurin er 19450 kr. Teknar tú teg áðrenn 1. august 2022, fært tú 10% í avsláttri. Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.