Starvslýsing: Kvøldvakt til Blákrossheimið

Søkt verður eftir einari kvøldvakt til Blákrossheimið til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv á 0,5 tíð. Arbeiðið umfatar 5 kvøldvaktir frá miku- til sunnukvøld aðru hvørja viku.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvsfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktarum, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Uppgávur/arbeiðsøkir:

  • Heilsufakligar uppgávur.
  • Vera um búfólkini.
  • Taka telefon.
  • Reingerð og annað fyrifallandi praktiskt arbeið.

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin heilsurøktari.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
  • DAT útbúgving er ein fyrimunur. 

Dentur verður lagdur á: 

  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú dugir at samstarva tvørfakliga.
  • Tú ert álitisvekjandi.
  • Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við málbólkinum.

Løn/setanartreytir: 
Talan er um fast starv á 0,5 tíð. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. desember 2024, kl. 14:00. Setanarsamrøður vera í viku 49.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Onnu D. Háberg, leiðara á Blákrossheiminum, 780 760. 

Umsóknin skal sendast til: blakrossheimid@blakross.fo 
Att.: Anna D. Háberg, leiðari