Forsíða

Lívssøgan hjá Gullak og Jónhildu

Gullak og Jónhilda

"Rúsdrekka og rúsevni høvdu sera stóra ávirkan á heimið, men heimið broyttist fullkomuliga."

– Broytingin er so ómetaliga stór, at tað næstan ikki kann sigast við orðum. Tað er eitt stórt Guds undur, at vit komu burturúr okkara rústrupulleikum, sigur Gullak.

– Vit eru fullkomiliga loyst frá øllum, ið vit vóru bundin at. Tað er Jesus, ið hevur loyst okkum, og tað er so ófatuliga stórt, sigur Jónhilda.

 

Deilig menniskju – bundin at rúsi
Seinastu árini hava Jónhilda og Gullak ferðast um landið og sungið og talað um Jesus. Og tað er ikki smávegis av tílíkum tiltøkum, tey hava virkað við í á einhvønn hátt. Fyrrárið vóru tey við til umleið 90 tílík tiltøk og í fjør umleið 100.

– Tað brennur á hjá okkum, at fortelja øðrum um Jesus, og tí gera vit tað. Serliga liggur tað á okkara hjarta at hjálpa teimum, sum hava rústrupulleikar, sigur Gullak.
Tí hava tey eisini verið nógv og greitt frá teirra lívi á Blákrossheiminum og verið við til andaktirnar á Blákrosskaféini.

– Vit kenna fleiri av hesum menniskjunum frá fyrr í tíðini, og tey kenna okkum. Tað eru deilig menniskju, men tíverri eru tey bundin so ótrúliga fast at rúsdrekka. Men Gud havi lov, tað eru nøkur sum við Guds hjálp koma burturúr rúsdrekkatrupulleikunum, sigur Gullak.

– Tað er ikki bara tey, ið drekka, sum hava trupulleikar, men eisini tey avvarðandi. Tey líða undir tí. Vit kenna hetta frá okkara egna lívi, sigur Jónhilda. Hon vísir á, at tað bara er Harrin Jesus Kristus, ið veruliga kann hjálpa teimum, sum hava rúsdrekkatrupulleikar, burturúr teimum. Hjúnini hava samband við fleiri fólk, ið hava trupulleikar, og fleiri við trupulleikum ringja eisini til teirra.

 

Har krákurnar venda
Lívið, sum Jónhilda og Gullak livdu áðrenn, er nakað heilt annað, enn tey liva nú. Sjálvi siga tey, at tað var langt úti.

– Eg var so langt úti, sum krákurnar venda. Brennivínið stýrdi mær, sigur Gullak.
Jónhilda kendi tað so trupult, at hon var við at geva upp.

 

Mistu dóttur
Jónhilda og Gullak búðu fyrstu árini í Tjørnuvík, haðani Jónhilda er ættað, men í 1975 fluttu tey til Kollafjarðar, haðani Gullak er ættaður. Tey fingur tríggjar døtur: Anju, Eileen og Malan.
Malan varð fødd við einum stóran hjartafeili, sum læknarnir ikki kundu hjálpa við. Tá ið hon var 3½ ára gomul, doyði hon. Hetta tyngdi tey øll sera nógv.

Tey fluttu til Kollafjarðar, har tey vóru tey næstu 21 árini. Tey fullu tó ongantíð rættiliga til í Kollafirði, og genturnar longdust aftur til Tjørnuvíkar. Í dag eru genturnar giftar og búgva báðar í Danmark, og hava stóra gleði av at vera saman. Eileen eigur tveir dreingir, sum eisini omman og abbin hava stóra gleði av.

 

Dóttirin fær stórar rústrupulleikar
Tá ið tann elsta dóttirin, Anja, var vorðin 15 ára gomul, uppdagaðu foreldrini, at tað luktaði av rúsdrekka á kamarinum, og at hon fekk størri og størri trupulleikar at passa sínar skyldur. Seinni hevur dóttirin fortalt, at hon longu sum 12 ára gomul saman við vinunum byrjaði at blanda kodimagnyl saman við veikum øli, fyri at rúsa seg. Vinfólkini steðgaðu við hesum, men hjá Anju var hetta byrjanin til nógvar ræðuleikar orsakað av rúsdrekka og rúsevnum.

Anja flutti til Havnar, og hon fekk størri og størri trupulleikar við rúsdrekka og rúsevnum. Seinni flutti hon av landinum og kom longur og longur út í trupulleikar. Í 1991 kom hon heimaftur, og var tá næstan deyð av síni misnýtslu. Hon kom tó fyri seg aftur, flutti aftur uttanlands, har hon var stórmisnýtari av rúsdrekka, stoffum og tablettum.

 

Rúsan fangar
Gullak hevur verið sjómaður, men í 1977 legðist hann upp á land og fór undir egið entreprenørvirksemi. Hann fekk sær fleiri gravimaskinur, og arbeiðið gekk væl. Men tá ið kreppan kom í 90’unum, steðgaði alt upp, og hann misti bæði arbeiði, fyritøkuna og húsið, ið var sett í veð.
Tey stóðu á berum og vistu ikki síni livandi ráð. Tó visti Gullak sær eini ráð, nevniliga at leita til fløskuna, fyri at finna troyst.

Áðrenn kreppuna, høvdu Jónhilda og Gullak ikki havt nakrar rúsdrekkatrupulleikar. Rúsdrekka hevði tó verið nýtt av og á til serlig høvi. Men nú gjørdist rúsdrekka ein nógv meir sjónligur partur av lívinum hjá teimum, serliga hjá honum.

– Rúsan var komin stutt áðrenn, og eg haldi avgjørt ikki, at tað var nakað gott fyri Føroyar, at hon kom. At hon kom júst um hesa tíðina, tá ið kreppan herjaði, gjørdi støðuna ikki betri. Rúsan er annars eitt sigandi navn. Tað er júst sum við gággu- og hummararúsum. Tá ið hummarin ella gággan fyrst eru komin í rúsuna, so vendist ikki aftur. Ein gerst fastur, og tað er nærum ógjørligt at sleppa burturúr aftur hesum. Soleiðis er eisini við rúsdrekka, sigur Gullak.

Jónhilda søkti sær eisini troyst í fløskuni, men bara í eina stutta tíð, tí hon fann út av, at hetta loysti ikki nakrar trupulleikar. Hon gjørdist illa sjúk av tí, og toldi tað ikki. Eftir at mamman doyði í 1987 hevði hon eisini søkt troyst í fløskuni.

Eftir at tey vórðu flutt aftur til Tjørnuvíkar, fær Gullak nýtt arbeiði. Hann drakk nógv hesa tíðina, men hann misti tó ikki nakran arbeiðsdag vegna rúsdrekka. Seinni hevur hann tó funnið út av, at hann eisini varð fangaður av fløskuni. Hann hevði verið bundin og hevði livað fyri rúsdrekka.

 

Hon vendir um
Jónhilda hevði tað trupult hesi árini. Hon fór ikki út millum fólk og legðist í seingina. Hon orkaði ikki at liva meir. Dóttirin var næstan deyð vegna misnýtslu, og maðurin sat fullur í kjallaranum. Hon gav upp. Men í síni dýrastu neyð, rópti hon til Jesus og bað hann um hjálp. Og hjálpin kom. Í tí løtu, hon rópti, kendi hon ein so inniligan frið, sum ongantíð áður, og tá visti hon, at nú var alt broytt. Missiónsvika var í bygdini, og hon kendi seg drignan at fara á møti. Á møtinum kendi hon, at øll orðini talaðu til hennara. Hon kendi seg kallaða, men missiónsvikan fór afturum. Tá ið møti vóru aftur næsta vikuskiftið, gav hon seg yvir, og varð loyst frá øllum, ið hevði bundið hana.

– Eg hevði longst at finna tann friðin og ta gleðina, ið mamma átti, áðrenn hon doyði. Tað gingu 11 ár, men tann 22. november 1998 fekk eg at kenna henda friðin, sigur Jónhilda.

 

Mamman bað
Mamma Jónhildu hevði havt stóran týdning fyri heimið. Tá ið hon lá sjúk av krabbameini, sat Jónhilda nógv inni hjá henni.

– Mamma var sólin í okkara heimi. Eg veit, at hon bað nógv fyri okkum. Onkuntíð, tá ið hon lá, kundi hon biðja meg fara út, og so visti eg, at tað var tí, at hon vildi nýta tíð saman við Jesusi og fyri at biðja fyri okkum. Eg hoyrdi hana eisini biðja, tá ið eg stóð uttanfyri dyrnar. Tá gjørdist eg rættiliga ørg, at hon bað so nógv. Men nú eg sjálv var komin við, byrjaði eg at skilja, hví hon hevði henda longsulin eftir at nýta tíð saman við Jesusi í bøn. Og bønirnar hjá mammu vórðu hoyrdar! Tað er ótrúliga stórt, sigur Jónhilda.

 

Broyting í heiminum
Gullak legði til merkis broytingina í lívinum hjá Jónhildu, og tað gleddi hann. Og gleðin var bara enn størri, tá ið Anja, ið tá hevði verið í rúsviðgerð í fýra mánaðir, kom út aftur og vendi um tveir dagar aftaná. Alt var nú heilt øðrvísi heima. Konan var nógv glaðari og hevði fingið lívsvónina aftur, og dóttirin, ið mestsum var deyð vegna misnýtslu, var komin aftur og hevði fingið eitt nýtt lív.
Gullak broytti tó ikki uppá sítt egna lív beinan vegin. Nakað fyri jól fór hann í Rúsuna og keypti eina rúgvu av rúsdrekka at hava til jólini. Men hann drakk ikki ein tann einasta dropan av tí, hann hevði keypt.

 

Umvendur í gravmaskinu á fjøllunum
Eina náttina situr Gullak sum hann er vanur einsamallur í gravkúnni uppi á fjøllunum omanfyri Funning. Tónleikurin rungar úr hátalaranum. Tá knappliga kennir hann á sær, at hann ikki er einsamallur. Hann hoyrir eina rødd innan í sær, ið byrjar at tala við seg. Røddin byrjar at vísa honum á ymisk viðurskifti í lívinum og so eisini, hvar hann er staddur andaliga. Gullak var ikki sørt kløkkur; hvat var hetta fyri nakað? So kemur ein mynd fram fyri hann. Hann sær konuna og dóttrina fara inn í ein stað, og tær hava tað sera gott, men sjálvur sleppur hann ikki inn. Hann stendur eftir uttanfyri í myrkrinum, og har er einki gott at vera. Hann vil sleppa inn, men hevur ikki atgongumerki.

Hetta var júst, sum at toran sló niður. Hann mátti steðga maskinuni og var í dýrastu neyð. Hann visti ikki, hvat hann skuldi gera, men hann legði seg á knæ. Hann var ikki vanur at biðja, og visti ikki, hvat hann skuldi siga, men hann fekk tó rópt á Harran og biðið um hjálp. Knappliga varð alt øðrvísi. Hann fekk ein undursaman frið. Hann visti, at nú var hann eitt nýtt menniskja, hann var frelstur. Tostin eftir rúsdrekka hvarv eisini í hesu løtu, og síðan hevur hann ikki smakkað dropan. Sjálvur heldur hann hetta vera heilt ógjørligt reint fysiskt, tá ein hugsar um, hvussu bundin hann hevði verið, og uttan at fáa professionella hjálp.

 

Skiltu støðuna
Nógv broyttist í teirra lívi eftir stuttari tíð. Gullak og Jónhilda fingu tað soleiðis, at tey máttu gera upp við fortíðina. Gullak hevði tá verið sera virkin í Harmonikuliðinum, og teir høvdu tá júst gjørt stórar íløgur í útgerð og høvdu stórar ætlanir. Hann valdi at taka frí ein dag og tosa við hinar 12 í Harmonikuliðnum um støðuna.

– Eg tosaði við allar og greiddi teimum frá mínari støðu. Tað kom ikki eitt negativt orð frá nøkrum teirra. Teir ynsktu mær hinvegin alt gott. Tað var eg ótrúliga glaður fyri. Eg havi framvegis sambandi við fleiri av teimum, sigur Gullak.
Jónhilda hevði verið sera virkin í dansifelag, men hetta ynskti hon ikki at nýta tíð til longur. Hon og maðurin vildu ístaðin fara runt landið og bera gleðiboðskapin um Jesus.

 

Við Guds orði runt landið
Næstan beinan vegin, eftir at tey vóru frelst, byrjaðu tey at koma til møti og sjálvi at syngja og vitna um Jesus. Hon við sangi, og hann við gittara og sangi. Tey ferðaðust nógv runt landið til missiónsvikur.

– Vit hava verið sera glað fyri at komið til missiónsvikur ymsastaðni um landið. Vit hava serliga verið nógv biðin at komið til tey smáu plássini og sungið. Vit hava verið glað fyri tað, og eg haldi eisini, at tey á teimum støðunum hava verið glað fyri tað. Vit hava samband við nógv fólk á hesum støðunum, sigur Jónhilda.

– Við tíðini eru vit eisini vaksin við uppgávuni, og vit hava nú eisini verið nógv úti og talað til møti. Tað hevur eisini verið gevandi, sigur Gullak.

Hjúnini hava eisini vitjað á eldrasambýlum og havt andaktir og sungið har.
Tey bæði komu eisini skjótt uppí bólkin, ið skipar fyri útimøtum um landið summarhálvuna, og hava tey sostatt ferðast nógv um landið at bera fram Guds orð. Tey hava eisini verið nógv nýtt sum forbønarfólk á møtum og ungdómslegum.

Seinasta hálva árið, hevur Gullak arbeitt í Suðuroy við at gera eina plantasju í Trongisvági, og arbeiðir nú í Porkeri við somu uppgávu, og tað hevur gjørt, at tey hava fingið møguleika at komið til flestu missiónsvikurnar og missiónsarbeiðini í Suðuroy. Tað hava tey verið sera glað fyri.
Jónhilda hevur ikki nakað lønandi arbeiði, men hon hevur verið ein hjálp hjá pápa sínum og øðrum eldri fólki í Tjørnuvík.

 

Frítíðartrúboðarar hjá Heimamissiónini
– Fyrstu tíðina vóru vit óroynd og vistu ikki so nógv. Vit fóru runt til ymsar meinigheitir, og vit hava eisini havt tað gott har, men tað sum hevur skilt okkum, er sambandið við kirkjuna. Kirkjan hevur verið okkara andaliga heim, og vit eru altíð í kirkjuni í Tjørnuvík, tá ið vit eru heima. Hetta hevur verið berandi í okkara trúarlívi, og tað vilja vit halda fast við, sigur Gullak.

– Eg minnist, at abbi leiddi meg í kirkjuna, og eg eri glað fyri, at eg nú aftur havi funnið ta gøtuna. Prestur er ikki so ofta í Tjørnuvík, men lestrarnir eru so góðir, ið verða lisnir her, og sálmasongurin er eisini talandi. Vit hava fingið nógva andaliga føði í kirkjuni, sigur Jónhilda.

Gullak og Jónhilda hava valt at halda seg til Heimamissiónina, og tey eru nú vorðin frítíðartrúboðarar hjá Heimamissiónini.

 

Stuðlið teimum ungu!
– Einaferð, tá ið vit hjálptu til við forbønartænastu, og eg sá tann stóra ungdómsflokkin, á eini ungdómslegu í Nesvík, kom eg at hugsa um, at Anja, dóttirin, onkuntíð hevði verið til ungdómsmøti sum ung. Tá ið eg kom heim, ringi eg til hana og spurdi, hvussu tað var at vera á ungdómsmøti. Hon segði, at henni dámdi rættiliga væl, men at hon fekk ongan stuðul heimanífrá. Tað pínir okkum, at vit ikki stuðlaðu henni tá, tí tað kundi óivað spart bæði henni og okkum fyri nógv. Vit forsømdu okkara uppgávu tá. Nú liggur tað á okkara hjarta at stuðla og hjálpa teimum ungu til Jesus. Tí eru vit sera glað fyri at fáa loyvi at vera brúkt millum tey ungu og vera ein útrætt hon til teirra, sigur Jónhilda.

 

Gud kann grípa inn
Jónhilda og Gullak hava nógv at fortelja, men tað, ið serliga liggur teirra hjarta nær, eru tey, ið hava trupulleikar av rúsdrekka.

– Rúsdrekka og rúsevni bindur so ótrúliga nógv fólk á okkara landi. Hóast tað sær vónleyst út, so er Gud tó mentur at loysa fólk úr hesum trupulleikunum. Tað eru vit eitt prógv um. Tí mugu vit ikki gevast við at biðja fyri teimum, ið hava trupulleikar, og annars royna at hjálpa teimum. Gud kann grípa inn, og tað hava vit sæð nøkur dømi um, siga Jónhilda og Gullak Hansen út Tjørnuvík.

Orð og mynd: Frants Jensen
Kelda: www.trubodin.fo