Forsíða

Um okkum

Blákrossheimið á Nesi er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rústrupulleikum. Virksemið byrjaði í 1984 og er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri.

Á Blákrossheiminum, sum hevur bæði døgn- og dagviðgerð, starvast leiðari, lækni, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, sálarfrøðingur, sálarviðgeri, rúsevnisviðgeri, familjuviðgeri, prestur og onnur við royndum innan viðgerð av rúsevnismisnýtslu.

Dentur verður lagdur á trivnað og góðan felagsskap í kristnum umhvørvi við samrøðum, samanspæli og samveru.

 

Meira um Blákrossheimið kann lesast niðanfyri:

-Etiskar meginreglur

-Áskoðan á menniskja, bundni og viðgerð

-Ástøði í heildarviðgerðini.

-Kunning og hagtøl

-Lívssøgur

-Myndasavn