Forsíða

Áskoðan á bundni

Vit siga, at bundni er úrslit av áhaldandi nýtslu av rúsandi evnum, og at bundni er bæði sálarligt, kropsligt og sosialt.

Okkara royndir vísa, at trongdin at rúsa seg kann birtast av sjálvt smáum nøgdum av rúsandi evnum – og tískil mæla vit yvirhøvur til fráhald.

Okkara áskoðan á bundni samsvarar við tað, sum WHO, Martin Ejlertzen, cand.scient.soc í sálarfrøði og Henrik Rindom, sálarsjúkralækni vísa á.