Forsíða

WHO áskoðanir á bundni

Fleiri granskarar hava granskað bundni og misnýtslu í ymiskum tíðarskeiðum og úr ymiskum sjónarhornum.

Í 2009 sigur WHO um eyðkenni fyri bundni, at ein persónur er bundin, tá minst 3 av niðanfyristandandi eyðkennum kunnu staðfestast seinastu 12 mánaðirnar:

  • Trongd
  • Niðursett evni at stýra mongdini ella at minka nýtsluna av rúsandi evnum
  • Abstinensir, fær órógv, verður rastleys/ur, fær hjartabankan ella sveittar, tá ið steðgað verður við rúsandi evnum
  • Nýtir størri og størri nøgdir av rúsandi evnum fyri at fáa sama virkning, hóast tað fær negativar fylgjur
  • Øll onnur virði fara aftur um
  • Áhaldandi misnýtsla, hóast ásannan av trupulleikum

Henda greining kann í veruleikanum umfata fleiri sløg av tvingsilsmerktum atburði – atburði, vit øll hava lyndi til, men sum kann hava ymiskar avleiðingar. Ein kann t.d. verða bundin av ítrotti, sex, telduspølum, spælitrongd o.s.fr.

Martin Ejlertzen, cand.scient.soc í sálarfrøði, býtir bundni upp í 3:

  • Sálarligt bundni
    • Ein hevur ein tørv á og tráar eftir evnum
    • Eru eingi rúsandi evni, viðførir tað mangan ørkymlan, dartarí, trupulleikar við svøvninum og tvingsilsatburð
  • Kropsligt bundni
    • Kroppurin hevur vant seg við rúsandi evni og reagerar við abstinensum, tá ið rúsandi evnini mangla
  • Sosialt bundni
    • Nýtslan av rúsandi evnum er ein partur av sosialu samveruni, og ein kann uppliva bara at virka sosialt, tá ið ein brúkar rúsandi evni

Ein av mununum millum lýsingina hjá WHO og Ejlertzen er, at Ejlertzen tekur atlit til ávirkanina, umhvørvið hevur á ein við trupulleikum av rúsandi evnum.

Ein annar munur er, at Ejertzen skilir ímillum sálarligt- og kropsligt bundni. Heilsumyndugleikarnir í Danmark brúka orðið misnýtslu, tá ið tað snýr seg um evni, ið eru ólóglig, og brúka orðið ovurnýtslu um tey evni, sum eru lóglig, tað vil siga alkohol og nikotin. Heilsumyndugleikarnir í Føroyum skilja ikki ímillum lóglig og ólóglig evni og brúka orðini nýtsla og misnýtsla. Í álitum og bókmentum um rúsdrekka-/rúsevnisviðgerð síggjast hugtøkini brúkt hvørt um annað.

Sálarsjúkralæknin Henrik Rindom skilir ímillum misnýtslu og bundni. Rindom sigur, at misnýtsla ikki er tað sama sum bundni. Ein kann gott vera misnýtari uttan at vera bundin, eins og ein kann vera bundin uttan at vera misnýtari. Og ein kann vera bæði. Rindom sigur víðari, at misnýtsla av rúsandi evnum kann vera í einum tíðarskeiði í lívinum. T.d. misnýta fleiri rúsandi evni á ungum árum.

 

Keldulisti:

Ejlertzen, Martin (2009). Dias og notat frá fyrilestri hildin í Føroyum fríggjadagin 18. Sept. 2009

Rindom, Henrik (2000). Rusmidlernes mikrobiologi. København. Sundhedsstyrelsen

WHO ICD-10 (2009). Psykiske lidelser og adfærdsmæssige forstyrrelser. København. Munksgaard Danmark