Forsíða

Áskoðan á menniskja

Vit eru skapt í Guds mynd við einum ómetaligum virði, sum frammanundan er lagt fast – leyst av gerðum og verkum ella vantandi verkum og gerðum – leyst av likamligum og sálarligum sjúkum – leyst av brekum og moralskum mistøkum

Vit støði í hesi menniskjaáskoðan byggir heildarviðgerðin á hesi 4 sjónarhorn:

  • Sálarligt: viðgerð, samtalur, terapi og undirvísing
  • Kropsligt: íðkan, slappa av og kunning um kropsligu ávirkanina av misnýtsluni
  • Andaligt: andakt, tilboð um sálarrøkt
  • Sosialt: hjálp til at fáa sosial viðurskifti og viðurskifti við familjuna í rættlag, familjuviðtalur og skeið fyri avvarðandi

Hesi 4 sjónarhorn eru samantvinnað við menniskja- og diakoniáskoðanina hjá Bláa Krossi, og eru hesi sjónarhorn samstundis grundleggjandi fyri heildarviðgerðina.