Forsíða

Áskoðan á viðgerð

Vit meta, at tað er ein menningargongd, har ein stigvíst gerst dugnaligari at hava tamarhald á lívi sínum og síni egnu lívsførslu. Vit leggja stóran dent á, at lívsførsla er ein aktivitetur hvønn einasta dag fyri at skipa, savna og skapa gerandisdagin á ein slíkan hátt, at ymisku og ósamsvarandi krøvini og avbjóðingarnar, ein kemur út fyri, kunnu sameinast og skipast. Lívsførsla er eitt val, og tí er vón fyri framman.