Forsíða

Ástøði í heildarviðgerðini

Heildarviðgerðin á Blákrossheiminum byggir á prógvað ástøði.

Grundhugsanin um broyting er frá sálarfrøðingunum James O. Prochaska, John C. Norcross og Carlo C. DiClemente. Teirra ástøði um Varandi Broyting byggir á positiva hugsan um, at broyting er gjørlig.

Les meira her Varandi broyting

Í heildarviðgerðini verður ástøði hjá sálarfrøðingunum Stephan Rollnick og William Miller um motiverandi samrøður (MI) nýtt. MI er ein arbeiðsháttur, har viðgeri og viðskiftafólk arbeiða saman um at kanna og loysa ambivalens hjá viðskiftafólkinum.

Les meira her Motiverandi samrøður

Eisini verður ástøði hjá amerikanska sosiologinum Aaron Antonovsky um Uppliving av Samanhangi (UaS) brúkt. UaS byggir á eina positiva hugsan um, hví ein er raskur/frískur.

Les meira her Uppliving av Samanhangi