Forsíða

Motiverandi samrøður

Viðgerðin handlar um at handfara sítt bundni ella sína misnýtslu við tí fyri eyga at gera broytingar í lísvførsluni. Til hetta brúka vit motivatións-samrøður (MI), ið sálarfrøðingarnir Stephen Rollnick og William Miller hava greinað. MI stimbrar hugin at broyta seg og til at gjøgnumføra eina viðgerð.

 

Allýsing av MI

MI er ein klientstyrdur háttur til at stimbra hugin at broyta sjálvan seg við at kanna og loysa tvístøður við samrøðum.

MI viðurkennir og góðtekur, at fólk, ið hava brúk fyri at broyta sítt lív, ikki eru komin líka langt at greina júst tann part av viðurskiftum sínum, sum snýr seg um at fara í holt við at broyta lívið.

MI er ikki dømandi, ikki konfronterandi ella atfinningarsamt. Tilgongdin ger fólk varug við møguleikar og trupulleikar, ið standast av atburðinum hjá viðkomandi. Til tíðir kann ein ráðgevi hjálpa fólki at síggja eina betri framtíð og gerast ágrýtnari at náa hesari framtíð

MI er bygt á fýra grundreglur:

  • Vísa empati
  • At fáa eyga á tvístøður
  • At hyggja nærri at tí, ið er torført
  • Stuðla sjálvvirknið

Høvuðsmálini við MI eru at kveikja álit, hug til broytingar og ábyrgdarkenslu hjá viðskiftafólkunum.