Forsíða

Uppliving av Samanhangi

Viðgerðin handlar eisini um at skapa uppliving av samanhangi, at flyta fokus frá tí, ið ikki riggar, til tað, sum riggar. Til hetta brúka vit uppliving av samanhangi (UaS).

Amerikanski sosiologurin Aaron Antonovsky roynir við hugtakinum UaS at gera eitt ástøði um, hvat heldur fólki frísk, ístaðin fyri tann vanliga háttin at kanna, hvat ger fólk sjúk. Hann fann út av, at eitt eyðkenni fyri menniskju við stórari mótstøðukraft er, at tey uppliva samanhang í tilveruni, og býtir hann henda samanhangin upp í tríggjar partar: fatan, handfari og meining.

Fatan – snýr seg um, hvussu ein fatar/skilir gerandislívið

Handfari – snýr seg um at kenna seg eiga neyðugu styrkina til at megna gerandisdagin

Meining – snýr seg um motivatiónspartin, at uttan mun til hvussu lívsførslan er, er tað vert at leggja orku og áhuga í.

 

Unavngivetx

Omanfyristandandi mynd vísir, hvussu fatan, handfari og meining gevur uppliving av samanhangi.

Antonovsky allýsir uppliving av samanhangi soleiðis: uppliving av samanhangi er ein áskoðan, ið greiðir frá tí heild, har ein hevur eina áhaldandi, verandi og dynamiska kenslu av áliti á, at:

  • Ávirkanin, ið kemur frá tí innara og tí uttara umhvørvinum, er skipað, væntandi og skiljandi
  • Ein hevur nóg mikið av styrki at ráða yvir, so ein megnar tey krøv, henda ávirkan setur
  • Hesi krøv eru avbjóðingar, sum eru verdar at leggja sær í geyma og brúka orku til

Hetta merkir, at ein sterkur UaS hevur grundleggjandi álit á tilveruna, síni medmenniskju og sínum egnu møguleikum fyri at royna at skapa eitt lív við innihaldi og meining. Ein við veikum UaS hevur onki grundleggjandi álit á tilveruna ella egin evni at megna at loysa trupulleikar.