Forsíða

Varandi broyting

Sálarfrøðingarnir James O. Prochaska, John C. Norcross og Carlo C. DiClemente hava gjørt eina kanning av, hvussu broytingar henda. Teir sóu, at fólk, ið broyta ósunnan ella vandamiklan atburð til tað betra, mennast gjøgnum ávís kognitiv menningarstig. Á øllum menningarstigum eru forðingar og avbjóðingar, ið vinnast skulu á fyri at koma til næsta stigið.

Unavngivet

Myndin vísir meinningarstigini í einari sirkulerari gongd, har onki afturstig er.

Veruleikin er, at í broytingini kunnu vera afturstig á øllum av hesum menningarstigum.

 

Ikki klár/klárurÁ hesum stigi umhugsar ein ikki broytingar, ein hevur kanska gjørt av ikki at broyta nakað.

 

IvaEin umhugsar broytingar. Her er ein ofta í rættiligari tvístøðu.

 

Klár/klárurEin er klárur at fara til verka, men forðingar á hesum stigi kunnu vera, at lyftið um at broyta seg viknar, tvørrandi vitan um, hvussu farast skal fram, tá ið atburðurin skal broytast, og vantandi vegleiðing ella góðtøka av, at vegleiðing er neyðug.

 

Fara til verkaEin er farin til verka, men á hesum stigi kunnu forðingarnar verða væntaðar ella óvæntaðar avbjóðingar, tá ið haldast skal fast um nýggja atburðin. Slíkar avbjóðingar kunnu koma uttanífrá ella frá einum sjálvum.

 

ViðlíkahaldÁ hesum stigi er ein nøgdur og megnar at standa ímóti vanligu avbjóðingunum av nýggja atburðinum. Tvær serstakar avbjóðingar eru á hesum stigi: at sleppa undan at venda aftur til gamlan atburð, tá harðast leikar á, og at náa væntaðum langtíðarfyrimunum av broytta atburðinum.

 

ÁhaldÁ hesum stigi er nýggi atburðurin so inngrógvin, at afturvending er ógvuliga óhugsandi.

 

AfturvendingAfturvending er eitt vanligt afturstig í broytingum, og er, tá ið ein vendir aftur til óynsktan atburð og vendir aftur til eitt av hinum stigunum. Avbjóðingarnar eru tá at kenna aftur og læra av afturvendingini og at endurnýggja lyftið um broyting.