Forsíða

Førleikar, ábyrgd og tign hjá starvsfólkunum

Á Blákrossheiminum stremba vit eftir at varðveita og tryggja okkum høgt førleikastøði í arbeiði okkara og at veita viðgerð eftir besta førimuni. Men vit eru eisini tilvitað um avmarkaðu førleikarnar, sum fingnir eru við útbúgving, venjing og royndum.

Vit ynskja at tryggja holla vitan um etikk og at taka etiskar spurningar upp í professionella praktiska arbeiði okkara.

Vit eru tilvitað um ta professionellu ábyrgd, vit hava av viðskiftafólkum okkara, av samfelagi okkara og av felagsskapinum, vit arbeiða í.

Vit stremba eftir at virka fyri tign í okkara arbeiði.

Vit stremba eftir at vera ærlig, rættvís og at hava virðing fyri øðrum.

Vit eru tilvitað um trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp av sambandinum millum viðskiftafólk og starvsfólk/ráðgeva, og at vit skulu sleppa okkum undan tílikum sambondum, ið stytta um týdningarmiklu og neyðugu professionellu fjarstøðuna ella kunnu føra til óviðkomandi ósemjur.