Forsíða

Virðing fyri rættindum og tignini hjá tí einstaka

Á Blákrossheiminum leggja vit dent á grundleggjandi rættindi so sum tign og virðing av øllum viðskiftafólki okkara, uttan mun til førleika, kyn, kynsligan samleika, fólkaslag, aldur, átrúnað, mál, sosiala- og fíggjarliga støðu.

Vit virða rættindini hjá tí einstaka at hava egin privat viðurskifti, trúnaðarlig viðurskifti, sjálvsavgerðarrætt og sjálvræði.

Vit taka støði í einstaka viðskiftafólkinum. Vit virðismeta innlit, royndir og serkunnleika hjá viðskiftafólkum okkara, hjá viðkomandi triðja parti og almenninginum.

Tá ið vit taka støði í einstaka viðskiftafólkinum, fevnir hetta um: familjuna, samfelagið og sosiala- og natúrliga umhvørvið hjá viðkomandi. Og eiga vit at leggja okkum eftir at hava øll viðurskifti í lívinum hjá viðskiftafólki okkara við í heildarviðgerðini.

Vit hava skerpaða fráboðanarskyldu, og vit boða avvarðandi myndugleikum frá tí, sum kemur inn undir hesa skyldu

Vit leggja stóran dent á, at tagnarskylda okkara verður hildin.