Forsíða

Lesandi

Vit eggja ungum undir útbúgving – tað verið seg fólkaskúla, miðnámsskúla ella hægri lestur – til at brúka okkum og okkara førleikar í sambandi við útbúgving. Hetta kann til dømis verða í sambandi við verkætlanir.

Verkætlanir

Tað er ikki so sjáldan, at næmingar í skúlum kring landið gera verkætlanir, og eru evnini ofta rúsdrekka og rúsevni. Í hesum sambandi eru tað fleiri, sum venda sær til okkara fyri at fáa svara spurningum.

Hugskot til evni at arbeiða við:

  • Ungdómur og rúsdrekka
  • Rúsevni og hvussu hesi virka
  • Uppvøkstur og rúsur
  • Ungdómsmentan

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum á teldupost skrivstovabkh@blakross.fo.