Datvarpið 10 – Hvussu kanst tú uppliva fleiri jaligar kenslur (stutttíðar)?

Neiligar kenslur eru ofta torførar og tær kunnu ávirka okkum nógv í gerandisdegnum. Savna vit okkum tilvitað jaligar kenslur, so kunnu tær viga upp ímóti teimum neiligu. Hetta er ein kensluførleiki, sum hjálpir okkum at stýra okkara kenslum, so tær ikki stýra okkum.

Listin yvir góð upplivilsir (PDF)
Listin yvir góð upplivilsir saman við øðrum (PDF)

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.