770 770

Útiviðgerð fyri kvinnur

Útiviðgerð fyri kvinnur

Leingi hevur ein serlig viðgerð manglað fyri kvinnur, sum stríðast við rúsnýtsluórógv. Nú er Blákrossheimið farið undir útiviðgerð, burturav fyri kvinnur.

Smidlig viðgerð

Tað eru fleiri menn enn kvinnur í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv. Tað kann sostatt uttan iva kennast torført fyri summar kvinnur at leita sær hjálp á Blákrossheiminum.

Tað er ikki greitt hví so nógv færri kvinnur koma í viðgerð. Man kann eisini loyva sær at hugsa, at tað í okkara samfelagi er meira tabu fyri kvinnur at hava rúsnýtsluórógv. Um hetta er so, kann tað tí vera størri skomm knýtt at trupulleikanum og verður tað fyri kvinnur torførari at leita sær hjálp.

Útiviðgerð er smidlig og tað er ein styrki. Tað er lætt at fáa ambulanta viðgerð at passa inn í ein annars upptiknan gerandisdag. Tær nýtist ikki at vera burtur frá heiminum í 6-8 heilar vikur, eins og tørvur er á, tá ið talan er um inniviðgerð.

Blákrossheimið hevur longi ynskt at skipa fyri einum tilboðið, sum ger tað lættari fyri kvinnur at fáa hjálp fyri rúsnýtsluórógv. Eisini hava avvarðandi felagsskapir og politikkarar eftirlýst einum slíkum tilboði.

Set teg í samband við Blákrossheimið, um tú ynskir at gerast partur av útiviðgerðini fyri kvinnur.

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!