770 770

Útiviðgerð

Útiviðgerð

Viðgerð fyri rúsnýtsluórógv fer ikki einans fram inni á Blákrossheiminum. Sum nakað nýtt, so kanst tú eisini fáa ambulanta útiviðgerð.

Ambulant tilboð

Líka síðan Blákrossheimið upprunaliga varð sett á stovn í 1984, hevur stovnurin veitt inniviðgerð. Slík døgnviðgerð krevur, at borgarin, sum er í viðgerð, verður innskrivaður á Blákrossheimið og heldur til á heiminum inn til viðgerðin er liðug.

Seinastu árini eru vit farin at raðfesta útiviðgerð meira og meira. Hetta er ambulant viðgerð, sum ikki krevur at borgarin býr á Blákrossheiminum, men heldur møtir upp til førleikamennandi og terapeutiskar fundir – og síðani kann fara aftur til sín vanliga gerandisdag.

Eftirviðgerð

Útiviðgerðin kann fyri summi virka sum eftirviðgerð. Tað vil siga, at talan er um viðgerð til fólk, sum frammanundan hava verið á Blákrossheiminum til inniviðgerð og síðani vilja halda fast við síni framstig.

Ein smidligari viðgerð

Men útiviðgerðin er eisini til tey, sum av eini ella aðrari orsøk ikki ynskja sær inniviðgerð. Hetta kann vera tí, at rúsnýtsluórógvin enn ikki er vorðin so álvarsom og tørvur tí ikki er á inniviðgerð, ella tí gerandisdagurin ikki loyvir tí. Eisini skipa vit fyri ambulantari viðgerð fyri avvarðandi familjulimum og ein av útiviðgerðabólkunum er einans fyri kvinnur.

Útiviðgerðin gongur fyri seg bæði í Tórshavn og á Blákrossheiminum á Nesi.

Addressan í Tórshavn er Lucas Debesargøta 3, miðhæddin.

Addressan á Nesi er við Pæturshús 2.

DagurKlokkaMálbólkurStað
Mánadagur14:00-16:00RúsnýtsluórógvTórshavn
Mánadagur17:00-19:00AvvarðandiTórshavn
Týsdagur13:15-15:15RúsnýtsluórógvNes
Hósdagur09:00-11:00Rúsnýtsluórógv (kvinnur)Tórshavn
Hósdagur13:15-15:15AvvarðandiNes

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!