770 770

Eftirviðgerð

Eftirviðgerð

At umleggja sítt lív, so rúsur og bundni ikki stýra longur, krevur umfatandi og áhaldandi arbeiði. Og har hjálpir eftirviðgerð væl.

Framstigini víðari

Gransking vísur, at tá ið fólk, sum stríðast við rúsnýtsluórógv, hava verið í inniviðgerð, hevur eftirviðgerð sera góða ávirkan á teirra langtíðar úrslit. Heldur tú í eftirviðgerð fast við tey framstigini, tú hevur gjørt í inniviðgerðini, so er tað meira sannlíkt, at tú megnar at liva eitt lív uttan rúsnýtsluórógv.

Í ambulantu eftirviðgerðini hjá Blákrossheiminum, hevur tú møguleika at halda fast við tað, tú longu hevur lært. Og tú sleppur eisini at deila hvussu tað gongur, saman við øðrum, sum eru á somu ferð sum tú.

Eftirviðgerðin er fyri teg, sum hevur fullført inniviðgerð. Hevur hetta tín áhuga, set teg so í samband við okkum.

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!