Søgan hjá Blákrossheiminum

Framløga hjá Sveini Tróndarsyni, hildin í samband við móttøku á Blákrossheiminum, 24. oktobur 2024.

Góðan dagin, øll somul! Eg havi fingið heiðurin av at siga tykkum eitt sindur um søguna hjá Blákrossheiminum – og eg kann gott ímynda mær, fleiri tykkara hugsa, hví tað akkurát eri eg sum geri tað.

Orsøkin er tann einfalda, at eg eri ein av teimum, sum havi verið í viðgerð her. So tá eg varð spurdur, um eg kundi siga tykkum søguna um Blákrossheimið, sum í ár bæði fyllir 40 ár og 10 ár, tá segði eg ja. Fyrst og fremst tí, eg á henda hátt kann bera eitt lítið sindur aftur fyri ta tíðina, sum eg hevði her, og fyri tey amboð og ta barlast, sum eg fekk við mær, tá eg fór útaftur hiðani.

Og hevði onkur tykkara fyri einum ári síðan sagt mær, at eg fór at standa á hesum pallinum og siga tað, sum eg havi sagt tykkum nú, so hevði eg ikki trúð einum einasta orði.

Nú nevndi eg, at vit eru her, tí vit hátíðarhalda tveir dagar. At tað eru 40 ár síðan fyrsta Blákrossheimið lat upp fyrst í apríl í 1984, og at tað í september vóru 10 ár síðan hetta nýggja heimið á Nesi varð tikið í nýtslu.

Vit kunnu í grundini gott leggja ein hátíðardag afturat, tí í mai mánað vóru 120 ár síðan fyrsta Bláa Kross-felagið í Føroyum var stovnað. Tað var í Hvalba, at presturin Franz Busch á várið 1904 stovnaði fyrsta Bláa Kross-felagið her á landi.

Sama heyst varð næsta Bláa Kross-felagið stovnað, í Miðvági, stutt eftir kom eitt felag í Vági og um sama mundið eitt í Porkeri, so eftir heilt stuttari tíð vóru fýra Blákrossfeløg stovnað í landinum, tó mest í Suðuroy.

Søgan um Bláa Kross í Føroyum er áhugaverd uppá nógvar mátar.

Altjóða felagið varð stovnað í Sveis í 1877 (Louis Lucien Rochat) og felagsskapurin kom til Danmarkar í 1894. Vit plagdu at siga, at føroyingar eru millum 10 og 20 ár aftaná danir, og tað vóru vit eisini tá, tí fyrsta felagið varð stovnað í 1904.

Men sambært tí, sum Johs. Andr. Næs skrivar í 100 ára ritinum, so var longu í 1895 gjørd ein roynd at stovna eitt Blákrossfelag í Havn. Royndin eydnaðist ikki til fulnar og tí er 1904 árið, tá Blái Krossur festi røtur í Føroyum.

Johannes Andreas Næs skrivar tó í sínum riti, at Franz Busch, presturin, sum stovnað felagið í Hvalba, longu frá 1896 helt Blákross-fundir í øllum bygdum í Suðuroy. Tí kunnu vit við einum góðum vilja siga, at Blái Krossur faktiskt er komin til Føroya minni enn 20 ár eftir at fyrsti felagsskapurin varð stovnaður í Sveis. Hugsa vit um samskiftismøguleikarnar tá, so hava Føroyar verið øgiliga frammarlaga í Blákrosshøpi.

Tað er kanska ikki so løgið, at Blái Krossur fær fótin fyri seg í Føroyum tá. Kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856 og tá byrjaði ein umfatandi handil við serliga brennivíni.

Tað hevði við sær eitt fólkakrav til politisku skipanina um at gera strangar ásetingar fyri, hvussu og hvar rúsdrekka kundi keypast. Nýtslan vaks so ógvusliga, at fólk sóu tað sum ein samfelagstrupulleika. Fleiri ferðir varð heitt á ríkismyndugleikarnar um at broyta rúsdrekkaviðtøkurnar og í 1907 varð fólkaatkvøða hildin um málið.

Tað serliga við hesari fólkaatkvøðuni var, at kvinnur eisini fingu møguleika at greiða atkvøðu, hóast tær ikki fingu valrætt fyrr enn í 1915. Úrslitið var ein stórur meiriluti fyri at banna fríari sølu.

Hetta hevði tó ikki við sær, at málið hvarv, tí fleiri ferðir varð málið uppi og vendi og í 1973 var aftur fólkaatkvøða um málið, hesaferð at seta á stovn eina almenna einkarsølu. Ta ferðina fall málið, men í 1992 samtykti løgtingið so ta rúsdrekkalóg, sum vit nú hava.

Vit gera nú eitt langt lop fram til fyrst 80-unum. Blái Krossur royndi at hjálpa fólki á ymsan hátt, men tað var greitt, at tað var tørvur á einum heimi, sum kundi hjálpa teimum, sum vóru ringast fyri.

Tað er tó næstan púra eiðasørt, at nakað er at finna um heimið í føroyskum miðlum áðrenn tað lat upp. Har er eitt undantak, frá november 1983, tá Dimmalætting skrivar, at størvini sum leiðari og hjálparfólk á nýggja heiminum eru sett. Sólborg Dulavík er sett sum leiðari og Johannes Álvheygg sum hjálparfólk. Tað vóru 12 umsóknir til starvið sum leiðari, skrivar Dimmalætting.

Í hesi greinini stendur eisini, at húsini í Kongagøtu vórðu keypt fyri 850.000 krónur og at tey vóru umvæld fyri 230.000 krónur, so fyrsta Blákrossheimið kostaði umleið 1,1 millión krónur.

Pláss var tá fyri trimum fólkum í hesum smáu húsunum, har Blákrossbúðin helt til í kjallaranum.

Sjálvt um einki stóð í bløðunum áðrenn, ella lítið, so ber til at finna onkrar ábendingar um at okkurt var á veg.

Í 1981 leggur Tordur Niclsen uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, um fígging av arbeiði móti alkoholmisnýtslu, fyribyrging og hjálp. Ein grunnur skal setast á stovn til endamálið og pengarnir skulu koma frá einum eykagjaldi á rúsdrekka.

Tann skipanin riggar ikki, sigur Gjaldstovan, sum tó hevur eina aðra skipan, og faktiskt kemur grunnurin síðst í 80-unum. Men hann varð avtikin longu aftur í 1992, vist nokk í sambandi við broytingarnar hjá Finn Normann-Christensen.

Í 1987 flytir Blákrossheimið í nógv størri hølir í Lynggøtu. Her vóru umstøðurnar munandi betur, pláss var fyri 15 fólkum og trimum til avrúsing.

Krøvini eru økt munandi síggja vit, tí í starvslýsingum í bløðunum, at søkt verður eftir varaleiðara, sosialráðgeva, sjúkrasystir, sálarfrøðingi, bólkaleiðara, hjálparfólki og køksleiðara.

Um hetta mundi, ella eitt ár frammanundan er heimið á Velbastað latið upp, og tað fær Fríu Føroyar í desember 1987 at skriva at inflation er komið í avvenjingina og at alt bendir á, at profittjagstran er um at taka valdið innan alkoholavvenjing her á landi.

Sum eg havi skilt tað á teimum, sum eg havi tosað við, so vórðu umstøðurnar í Lynggøtu so góðar sum tær í grundini kundu vera.

Kortini helt mann í felagsskapinum, at tað hevði verið skilagott at flutt heimið út um høvuðsstaðin, fyri at linka lokkandi trýstið á brúkararnar.

Eg havi ikki nágreiniliga árið nær farið verður at kanna møguleikarnar fyri byggja aðrastaðni, men tað hevur tikið eitt sindur av tíð, tí fýra plaseringar eru uppi og venda. Ein í Suðuroy, ein í Sundalagnum, ein Funningsfirði ella har á leið og so hendan á Nesi.

Eftir at hava vigað fyri og ímóti fellur valið á Nes, ivaleyst tí, at mann fer fekk tað besta tilboðið. Eitt byggibúgvið grundøki í óbygdum, burtur frá fólki, við einari framúr góðari náttúru kring húsið og einum útsýni, sum er óalmindiliga trupult at fáa betri nakrastaðni.

Spakin verður settur í í januar 2013.

Teknistovan í Gøtu, sum millum annað ein góður samstarvsfelagið hjá mær frá Dimmalætting, Jens Klæmint Jacobsen, eigur, teknaði henda bygningin, sum hevur 14 búrúm, viðgerðarrúm, skrivstovur, køk, venjingarmøguleikar, felagshøli og annað.

Roknað varð við, at bygningurin fór at kosta 12 milliónir krónur, men endaligi kostnaðurin var millum 13 og 14. Tað er alt fíggjað við innsavningum, stuðli og gávum av ymsum slagi, og bara fýra milliónum krónum í láni.

Og í 2014 flutti Blákrossheimið inn í hesar stásiligu karmar.

Var útsýni gott í Lynggøtu, so er tað upp aftur nógv betri her. Her er vítt til veggja, her er frítt fyri, og umstøðurnar fáast neyvan betri til hetta endamálið.