Um útbúgvingina Dialektisk atferðarterapi, stytt DAT, er ein próvgrundaður viðgerðarháttur, sum verður nýttur nógvastaðni í Føroyum. Einsemi, kensluligt viðkvæmi og traumatisk óviðurkenning kunnu føra til óhjálpsama atferð. Her kann DAT hjálpa persónum, sum hava trupla kensluliga regulering, sjálvskaða, etingarólag, øði, tunglyndi og misnýtslu. DAT er eitt tvørdiagnostiskt háttalag, sum verður veitt fyri sjálvsoyðandi atferð, bundni, vantandi sjálvsumsorgan, óstøðugum sambondum, impulsivieti og krepputengdari atferð.
Ein røð av terapeutiskum inntrivum verða lagdar fram á útbúgvingini, eins og viðurkenningarhættir, sjálvsumsorgan og sjálvsviðurkenning, umframt broytingar-, eksponerings- og greiningaramboð.
Á útbúgvingini fáa luttakarar vitan um DAT, og hvussu tað kann nýtast í egnum virksemi. DAT viðgerð til vaksin, foreldur og ung verður løgd fram. Væntað verður ikki, at luttakarar neyðturviliga byrja DAT viðgerðartilboð eftir lokna útbúgving, tí útbúgvingin er eisini ætlað til teirra, sum einans ynskja at læra einstøk amboð, sum tey kunnu nýta í sínum egna terapeutiska arbeiði. Luttakarar fara at fáa frálæru í nógvum kliniskum førleikum: Ketugreiningum, tilbakafals fyribyrging, uppmerksemisvenjing, kenslustýring, akseptførleikum, kreppuførleikum og relatiónsførleikum.
Undirvísarin Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum hevur ábyrgd av útbúgvingini. Hann er serfrøðingur í dialektiskari atferðarterapi og PTSD. Hann arbeiðir í løtuni á einum døgnstovni fyri borgarar við kensluliga óstøðugum persónsleikabygnaði og PTSD, har DAT er karmur um viðgerðina, teir fáa. Hann hevur í 20 ár virka við DAT í ambulantum høpi í sambandi við ymisk sløg av sálarliga sjúkum.
Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út ávikavist í 2011 og 2014. Hann er eisini ein av høvundunum av bókini, PTSD – psykoterapeutiske metoder, sum Hans Reitzels Forlag gav út í 2018.
Luttakarar Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.
Skeiðið verður sera pedagogiskt sett saman, og nógv tíð verður sett av til venjingar fyri at tryggja, at luttakarar læra førleikarnar gjøgnum ymiskar venjingar. Nógv orðaskifti og venjing verður á skeiðinum.
Skeiðsdagar:
8. – 9. januar 2026
5. – 6. februar 2026
5. – 6. mars 2026
9. – 10. apríl 2026
7. – 8. mai 2026
Freist og kostnaður Freistin at tekna seg til DAT skeið er 19. desembur 2025.
Kostnaðurin er 20.875,- kr.
Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.
Staðseting: Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!