770 770

Dátutrygd

Tínir persónsupplýsingar eru týdningarmiklir

Í summar 2020 varð umfatandi nýggj dátuverndarlóg samtykt í Løgtinginum. Nýggja lógin kemur í gildi 1. januar 2021. Hendan lógin leggur seg upp at strongu krøvunum, sum sokallaða GDPR (General Data Protection Regulation) lóggávan hjá ES, setur fyri vernd av persónsupplýsingum.

Tað er í samband við nýggju lóggávuna, at Blákrossheimið fyrr í ár fekk sítt upplýsingarkervi trygdarskoða av Spekt. Hetta snýr seg um tær mannagongdir og ta tøkni, sum verður nýtt á stovninum.

Somuleiðis hevur Blákrossheimið frá Dátueftirlitinum fingið loyvi at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar. Hetta loyvið varð givið 3. septembur 2020. Í løtuni virkar Dátueftirlitið sum loyvisstovnur, men fer eftir 1. januar at virkar sum eftirlitsstovnur.