Viðgerð á Blákrossheiminum
Vælkomin í viðgerð á Blákrossheiminum
Rúsnýtsluórógv stingur djúpt. Hon umfatar tað kropsliga, sálarliga, sosiala og andaliga, og hon rakar bæði tann, sum virkin rúsar seg, men eisini tey, sum standa viðkomandi nær.
Um tú stríðist við rúsnýtsluórógv, so er tað at leita sær viðgerð eitt tað besta, tú kanst gera fyri teg sjálvan og fyri tíni.
Á Blákrossheiminum taka vit hond um bæði teg og tíni avvarðandi.
Áðrenn viðgerð
Tú kanst altíð ringja til okkara um tú hevur tørv á viðgerð fyri títt rúsnýtsluórógv. Vit svara alt døgnið. So skjótt sum møguligt verður tú boðin inn til eina samrøðu, sum liggur sum grundarlag fyri metingini, sum tvørfakliga visitatiónsnevndin ger í mun til viðgerð á Blákrossheiminum.
Í visitatiónsnevndini sita lækni, leiðari, deildarsjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur. Vit ráðføra okkum regluliga við psykiatara. Tá ið støða er tikin um ella nær tú kann byrja í viðgerð, setur deildarsjúkrarøktarfrøðingurin seg í samband við teg.
Inniviðgerð
Búfólk á Blákrossheiminum fáa bæði sálarfrøðiliga bólkaviðgerð og staksamtalur. Okkara viðgerð byggir á DAT (dialektisk atferðarterapi), sum er ein viðurkendur og vísindaliga undirbygdur viðgerðarháttur, sum hjálpir tær at fáa betri sálarheilsu og at gera varðandi broytingar í tínum lívinum. Les meira um DAT her. Vit veita eisini viðgerð fyri post-traumatiskt stress.
Familjan verður eisini raðfest í viðgerðini á Blákrossheiminum, tí títt rúsnýtsluórógv rakar eisini tey, sum standa tær nær. Tú fært eina samtalu um vikuna, sum snýr seg um tínar familjuumstøður.
Les meira um viðgerðina inni á Blákrossheiminum her.
Útiviðgerð
Blákrossheimið bjóðar eisini útiviðgerð, tvs. ambulanta viðgerð. Útiviðgerðin er bólkaviðgerð og snýr seg um DAT førleikamenning. Bólkar eru bæði fyri teg, sum stríðist við rúsnýtsluórógv og fyri avvarðandi.
Les meira um útiviðgerðina hjá Blákrossheiminum her.
Umframt hesar fundir, eru felagsfundir á Blákrossheiminum týsmorgun og hósmorgun kl. 10.15-11.45.
Aðrar spurningar?
Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!