770 770

Viðgerð fyri avvarðandi

Avvarðandi hava eisini tørv á hjálp

Eingin rúsar seg einsamallur. Vit standa øll í sambondum við onnur menniskju, og tá ið ein hevur rúsnýtsluórógv, verður familjan eisini rakt.

Tá tú sum avvarðandi hjá einum, sum hevur rúsnýtsluórógv, leitar tær hjálp, hjálpir tú tær og tínum til eitt betri lív. Tað hevur tú uppiborið.

Á Blákrossheiminum taka vit hond um bæði tey, sum hava rúsnýtsluórógv og teirra avvarðandi. Partur av viðgerðini á Blákrossheiminum er samtalur, sum snúgva seg um familjusambond burturav. Familjulimir verða bodnir við at luttaka í hesum samtalum.

Blákrossheimið bjóðar somuleiðis eisini útiviðgerð fyri avvarðandi, sum er ein ambulant bólkaviðgerð, sum byggir á dialektiska atferðarterapi, ella DAT. Bólkarnir møtast einaferð um vikuna, har undirvíst verður í førleikum, sum kunnu brynja tey avvarðandi at veita sær sjálvum hjálp í ofta sera avbjóðandi umstøðum. Samstundis sleppa avvarðandi at møta øðrum í líknandi støðu sum tey.

Vit samstarva eisini við Títt rúm, sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya og veitir ókeypis bólkar og einstakliga samrøður til børn, ung og vaksin – upp til 35 ár, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum. Harafturat bjóðar Títt rúm foreldra- og familjusamrøður. Til ber at lesa meira á www.títtrúm.fo

Aðrar spurningar?

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at tosa við onkran um tína støðu sum avvarðandi? Set teg so í samband við okkum!