770 770

Útiviðgerð fyri avvarðandi

Útiviðgerð fyri avvarðandi

Rúsnýtsluórógv rakar eisini tey avvarðandi. Makar, børn, foreldur og onnur, sum standa persóninum, sum rúsar seg, nær hava ofta eisini tørv á viðgerð.

Serstøk viðgerð

Tey avvarðandi verða ofta sterkt ávirkað av rúsnýtsluni hjá honum ella henni við rúsnýtsluórógv, sum stendur teimum nær, men ofta verða tey gloymd í viðgerðarhøpi. Útiviðgerðartilboðið, sum Blákrossheimið hevur til avvarðandi er ætlað at møta hesum tørvi.

Útiviðgerðin fyri avvarðandi er ein ambulant bólkaviðgerð, sum byggir á dialektiska atferðarterapi, ella DAT. Bólkarnir møtast einaferð um vikuna, har undirvíst verður í førleikum, sum kunnu brynja tey avvarðandi at veita sær sjálvum hjálp í ofta sera avbjóðandi umstøðum. Samstundis sleppa avvarðandi at møta øðrum í líknandi støðu sum tey.

Í løtuni eru tveir bólkar, sum møtast ávíkavist á Nesi og í Tórshavn.

Set teg í samband við okkum, um tú ert avvarðandi og hevur áhuga í hesum viðgerðartilboði.

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!