770 770

Inniviðgerð

Viðgerð inni á Blákrossheiminum

Tað kann kennast sum eitt stórt stig, at venda sær til ein viðgerðarstovn at fáa hjálp fyri rúsnýtsluórógv. Men eitt slíkt stórt stig kann samstundis vera júst tað, sum tú hevur tørv á fyri at vinna á tínum trupulleika og byggja tær eitt nýtt lív.

Avrúsing

Kanska ert tú ein av teimum, sum hevur tørv á avrúsing tá ið tú júst ert innkomin. Lækni varðir av og leggur avrúsingina til rættis og tilgongdin sjálv verður leidd av honum og deildarsjúkrarøktarfrøðinginum. Er talan um alkohol, varðar avrúsingin vanliga í 7-10 dagar. Tosa vit um onnur rúsevni, so tekur tað longri. Undir avrúsingini ert tú knýttur at bólkaviðgerð.

Viðgerð

Búfólk á Blákrossheiminum fáa bæði sálarfrøðiliga bólkaviðgerð og staksamtalur. Okkara viðgerð byggir á DAT (dialektisk atferðarterapi), sum er ein viðurkendur og vísindaliga undirbygdur viðgerðarháttur, sum hjálpir tær at fáa betri sálarheilsu og at gera varðandi broytingar í tínum lívinum. Les meira um DAT her. Vit veita eisini viðgerð fyri post-traumatiskt stress.

Familjan verður eisini raðfest í viðgerðini á Blákrossheiminum, tí títt rúsnýtsluórógv rakar eisini tey, sum standa tær nær. Tú fært eina samtalu um vikuna, sum snýr seg um tínar familjuumstøður. Ofta verða familjulimir bodnir inn at luttaka í hesum samtalum. Les meira um familjuviðgerðina hjá okkum her. Vit samstarva eisini við Títt rúm (áður nevnt Øll hava rætt til góð barnaár), sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya og veitir ókeypis bólkar og einstakliga samrøður til børn, ung og vaksin – upp til 35 ár, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum. Harafturat bjóðar Títt rúm foreldra- og familjusamrøður. Til ber at lesa meira á www.títtrúm.fo

Karmar

Tað er pláss fyri trettan búfólkum í senn á Blákrossheiminum. Eins og øll hini búfólkini, hevur tú títt egna kamar við vesi. Serstakliga góðu umstøðurnar á heiminum sjálvum og vakra náttúran, tað er staðsett í, borga fyri arbeiðsfriði og trivnaði. Her eru hentleikar til hugna og spæl, eitt nú poolborð, borðtennis, sjónvarpsstovur, tráðleyst internetsamband og annað. Venjingaramboð eru eisini tøk og náttúruøkið kring húsið er bæði vakurt og lætt atkomiligt. Her kanst tú síggja myndir av Blákrossheiminum.

Ofta settir spurningar

Hvussu leingi varðir viðgerðin?

Tað avhongur av hvør tín tørvur er. Tað er ymiskt hvussu leingi avrúsing tekur. Ynskir tú fulla viðgerð, tekur tað í minsta lagi 6 vikur tilsamans. Ring til okkara um tú hevur tørv á at fáa nærri at vita.

Kostar tað mær nakað?

Nei, viðgerð á Blákrossheiminum er ókeypis.

Hvat kann eg hava við mær inn á Blákrossheimið?

Alt tað vanliga, tú hevði havt við tær til eina longri vitjan heimanifrá: klæðir, toiletlutir, osfr. Neyðugt er ikki við songja og handklæðum.

Tað er loyvi at hava telefon, teldu og aðra tøkni við á Blákrossheimið, treytað av at hon ikki órógvar viðgerðina hjá tær ella øðrum.

Nær kann eg koma inn?

Ofta tá ið fólk ringja til Blákrossheimið er tað tí, tey standa í stórari neyð, antin tí tey hava rúsnýtsluórógv sjálv ella tí tey varða av einum, sum hevur tað. Tú verður boðin til eina metanarsamrøðu, hevur tú ikki verið í viðgerð fyrr. Visitatiónsnevndin, sum umfatar lækna, sjúkrarøktarfrøðing og leiðara, tekur út frá metanarsamrøðuni støðu til um og nær tú kanst koma inn.

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!