770 770

Viðgerð fyri avvarðandi

Avvarðandi hava eisini tørv á hjálp

Eingin rúsar seg einsamallur. Vit standa øll í sambondum við onnur menniskju, og tá ið ein hevur rúsnýtsluórógv, verður familjan eisini rakt.

Tá tú sum avvarðandi hjá einum, sum hevur rúsnýtsluórógv, leitar tær hjálp, hjálpir tú tær og tínum til eitt betri lív. Tað hevur tú uppiborið.

Á Blákrossheiminum taka vit hond um bæði tey, sum hava rúsnýtsluórógv og teirra avvarðandi. Partur av viðgerðini á Blákrossheiminum er samtalur, sum snúgva seg um familjusambond burturav. Familjulimir verða bodnir við at luttaka í hesum samtalum.

Blákrossheimið bjóðar bólkaviðgerð fyri tey, sum varða av einum, ið hevur rúsnýtsluórógv. Har verður fokus sett á avbjóðingarnar og tørvin sum makar, børn og foreldur hjá fólkum við rúsnýtsluórógvi hava. Hesir bólkar hava 18 ára aldursmark. Nærri kunning fæst, og tilmelding fer fram, við at ringja ella skriva til Blákrossheimið.

Vit hava eisini eitt samstarv við Øll hava rætt til góð barnaár, sum er eitt tilboð til familjur, har rúsnýtsluórógv er ein trupulleiki. Tilboðið veitir bólkaviðgerð til børn og ung (8-25 ár), einstaklingaviðgerð til børn, ung og foreldur, umframt familjuviðgerð við einstøkum familjum eftir tørvi.

Ábyrgd fyri familjuviðgerðina

Aðrar spurningar?

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at tosa við onkran um tína støðu sum avvarðandi? Set teg so í samband við okkum!