Um Blákrossheimið
Á Blákrossheiminum veita vit viðgerð til menniskju, sum hava rúsnýtsluórógv og teirra avvarðandi.
Hurðarnar á Blákrossheiminum opnaðu upprunaliga í 1984. Heimið var tá staðsett í Kongagøtu í Havn og virkaði sum avrúsingarstað, viðgerðastovnur og herberg. Pláss var bara fyri fimm fólkum. Trý ár seinni, í 1987, flutti virksemið niðan í Lynggøtu, har umstøðurnar vóru betri. Pláss var tá fyri upp til 15 fólkum.
Í januar 2013 byrjaði byggingin av einum nýggjum Blákrossheimið á Nesi í Eysturoynni. Í septembur 2014, 30 ár eftir heimið byrjaði sítt virksemi upprunaliga, varð hetta arbeiðið liðugt og eitt nýtt og snotiligt Blákrossheim kundi opna dyrnar.
Blákrossheimið byggir á eitt kristið grundarlag. Okkara áskoðan á menniskja er soljóðandi:
Vit eru skapt í Guds mynd við einum ómetaligum virði, sum frammanundan er lagt fast – leyst av gerðum og verkum ella vantandi verkum og gerðum – leyst av likamligum og sálarligum sjúkum – leyst av brekum og moralskum mistøkum.
Við støði í hesi menniskjaáskoðan, so umfatar viðgerðin á Blákrossheiminum hesi fýra sjónarhornini:
– Sálarligt: viðgerð, samtalur, terapi og undirvísing
– Kropsligt: íðkan og slappa av
– Andaligt: andakt og tilboð um sálarrøkt
– Sosialt: hjálp til at fáa sosial viðurskifti og viðurskifti við familjuna í rættlag, familjuviðtalur og bólkaviðgerð fyri avvarðandi
Blákrossheimið er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri.
Á Blákrossheiminum leggja vit dent á grundleggjandi rættindi so sum tign og virðing av øllum borgarum okkara, uttan mun til førleika, kyn, kynsligan samleika, fólkaslag, aldur, átrúnað, mál, sosiala- og fíggjarliga støðu.
Vit virða rættindini hjá tí einstaka at hava egin privat viðurskifti, trúnaðarlig viðurskifti, sjálvsavgerðarrætt og sjálvræði.
Vit taka støði í einstaka borgaranum. Vit virðismeta innlit, royndir og serkunnleika hjá borgarum okkara, hjá viðkomandi triðja parti og almenninginum.
Tá ið vit taka støði í einstaka borgaranum, fevnir hetta um: familjuna, samfelagið og sosiala- og natúrliga umhvørvið hjá viðkomandi. Og eiga vit at leggja okkum eftir at hava øll viðurskifti í lívinum hjá borgaranum okkara við í viðgerðini fyri rúsnýtsluórógv.
Vit hava skerpaða fráboðanarskyldu, og vit boða avvarðandi myndugleikum frá tí, sum kemur inn undir hesa skyldu. Virksemið á Blákrossheiminum er fevnt av tagnarskyldu.
Á Blákrossheiminum stremba vit eftir at varðveita og tryggja okkum høgt førleikastøði í arbeiði okkara og at veita viðgerð eftir besta førimuni. Men vit eru eisini tilvitað um avmarkaðu førleikarnar, sum fingnir eru við útbúgving, venjing og royndum.
Vit ynskja at tryggja holla vitan um etikk og at taka etiskar spurningar upp í professionella praktiska arbeiði okkara.
Vit eru tilvitað um ta professionellu ábyrgd, vit hava av viðskiftafólkum okkara, av samfelagi okkara og av felagsskapinum, vit arbeiða í.
Vit stremba eftir at virka fyri tign í okkara arbeiði.
Vit stremba eftir at vera ærlig, rættvís og at hava virðing fyri øðrum.
Vit eru tilvitað um trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp av sambandinum millum borgarar og starvsfólk, og at vit skulu sleppa okkum undan tílikum sambondum, ið stytta um týdningarmiklu og neyðugu professionellu fjarstøðuna ella kunnu føra til óviðkomandi ósemjur.
Blákrossheimið er partur av virkseminum hjá Bláa krossi Føroya. Hjartamálini hjá Bláa krossi eru hesi:
1. Vit vilja hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
2. Vit vilja hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
3. Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.
Blái krossur Føroya er partur av virkseminum hjá altjóða Bláa krossi.
Blákrossheimið er góðkent sum viðgerðarstovnur av Heilsutrygd. Góðkenningin kann lesast her.
Aðrar spurningar?
Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!