Myndugleikarnir góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn
Heilsutrygd hevur góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn, ið veitur rúsviðgerð.
Henda góðkenning hevur heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019, “Um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð”, umframt seinnu kunngerðina nr. 75 frá 29. mai 2020. Hon varð gjørd við støði í umsókn, sum varð móttikin 29. desember, 2020, um góðkenning av viðgerðarstovninum. Heilsutrygd var á eftirlitsvitjan t. 1. juni 2021 á Blákrossheimið, umframt á eini styttri endurvitjan t. 25. august 2021.
Avgerðin byggir á niðurstøðurnar hjá eftirlitinum, ið yvirskipað kunna býtast í tríggjar kategoriir: Álvarsamar átalur (her verður virksemi antin steðga ella verða skjótar ábøtur kravdar fyri, at tað skal góðkennast og halda áfram), Menningarpunkt (her skal ein sannførandi ætlan leggjast fyri at betra um viðurskiftini, um góðkenning skal varðveitast við næsta eftirlit um 5 ár) og Uppmerksemispunkt (ið metast sum ein betring av virkseminum, tó uttan at hetta hevur beinleiðis ávirkan á góðkenningina).
Heilsutrygd hevði einki at siga um Blákrossheimið í tveimum teimum fyrstu kategoriunum. Fimm uppmerksmispunkt vórðu nevnd.
“Vit gleðast um at hendan góðkenningin er komin uppá pláss,” sigur Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum. “Vit síggja hana sum eina viðurkenning av tí arbeiðinum, vit gera. Vit vilja framhaldandi menna okkara viðgerðartilboð og í tí sambandi taka vit ímóti uppmerksemispunktunum við áhuga og ágrýtni.”
Avgerðin hjá Heilsutrygd kann lesast her.