770 770

DAT Ung

Ung hava eisini rúsnýtsluórógv – og hava eisini tørv á hjálp

Um rúsurin fyllir nógv í lívinum hjá einum ungum, so er tað kanska, tí tey hava trupult við at takla lívið. Tað snýr seg ikki so nógv um hvussu nógv tú drekkur ella rúsar teg annars, men um hví. Og tað snýr seg um avleiðingarnar, tað hevur fyri títt lív.

Rúsurin hjálpir. Men rúsurin er eingin varandi loysn. Og hann kann hava álvarsamar fylgir við sær.

Kanska brúkar tú rúsin til at stýra tínum kenslum. Summi kenna stóran ótta, og rúsurin hjálpir teimum at tora betur. Summi kenna lítla og onga gleði í lívinum uttan rúsin. Og takkað verið rúsinum, kenna summi ung ein lætta frá trýstinum og strongdini, sum ofta eyðkennir gerandisdagin.

Í øðrum førum brúka ung rúsin til at passa betur inn sosialt. Tey rúsa seg, tí hini rúsa seg. Við rúsinum gerast tey ósmædnari og djarvari. Ella er rúsurin ein máti at handfara negativar og skaðiligar relatiónir sum fragast.

Og fyri summi er rúsurin einasti lættin í einum gerandisdegi, sum er merktur av ógvusligum kreppustøðum.

Tað hevur stóran týdning, at tú, um tú brúkar rúsin soleiðis, lærir at handfara lívið á ein annan, haldbarari máta. Ein, sum ikki dugir at handfara lívið uttan at rúsa seg, kann lættliga gerast bundin at rúsinum og hava so stóran tørv á rúsinum, at viðkomandi ikki megnar at liva uttan hann. Og tað kostar sera nógv, bæði fyri tann, sum er bundin, og tey, sum hava við hann ella hana at gera.

Hvat er DAT ung?

DAT ung er viðgerð fyri ung millum 15 og 18 ár, sum hava rúsnýtsluórógv.

Tú nýtist ikki at vera “misnýtari” fyri at vera við í DAT ung. Tað snýr seg ikki um, hvussu stór nýtslan av rúsinum er, ella hvat slag av rúsandi evni talan er um, men heldur um hvussu tú nýtir rúsin. Brúkar tú rúsin í ein ov stóran mun at stýra truplum kenslum, handfara negativar relatiónir ella flýggja úr kreppum, so er tað kanska eitt gott hugskot at tú leitar tær hjálp hjá DAT ung.

Í viðgerðini, sum DAT ung bjóðar, verður, sum navnið leggur upp til, DAT brúkt. DAT stendur fyri “dialektisk atferðarterapi”. DAT er ein viðurkendur, vísindaliga undirbygdur sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum verður brúktur um allan heim. Les meira um DAT her.

Viðgerðin í DAT ung umfatar førleikavenjing í bólki saman við øðrum ungum og staksamtalur. Í DAT ung verður dentur eisini lagdur á, at familjan gerst partur av viðgerðini.

Skal eg leggjast inn fyri at vera partur av DAT ung?

Nei.

Viðgerðin fer fram í Tórshavn og er ambulant; tað vil siga, at hon ikki inniber innlegging, men lættliga fæst at passa inn í ein vanligan gerandisdag.

Kostar tað, at vera partur av DAT ung?

Nei, tað er ókeypis.

Aðrar spurningar?

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi viðgerðini á Blákrossheiminum? Set teg so í samband við okkum!