770 770

DAT

Hvat er DAT?

DAT stendur fyri “dialektisk atferðarterapi”. Tað er ein viðurkendur og vísindaliga undirbygdur viðgerðarháttur, og á Blákrossheiminum byggja vit stóran part av okkara viðgerð á hann.

DAT er ein menning víðari av kognitivari atferðarterapi og varð serliga ment til fólk, sum høvdu borderline persónsleikaórógv. Men síðani er DAT ment nógv og er lagað til m.a. annað at hjálpa fólkum við rúsnýtsluórógvi.

Í DAT viðgerðini á Blákrossheiminum luttekur tú bæði í førleikavenjing saman við hinum búfólkunum og í staksamtalum við ein viðgerða. Førleikavenjingin byggir á sannføringina, at hóast vit øll gera tað, besta vit duga, so kunnu vit læra, at gera tað betri. Vit koma í trupulleikar, tá ið vit ikki hava nóg góðar førleikar at handfara støðuna, vit eru í. Førleikaøkini, tú fært undirvísing í, eru: Uppmerksemi (eisini kallað mindfulness), relatiónir, kenslur og kreppur.

Staksamtalurnar eru partur av somu tilgongd. Vikan verður gjøgnumgingin og hugt verður eftir truplum støðum og hvussu DAT kann ella hevur verið brúkt, at handfara tær. Samtalurnar byggja á eitt vikuskema, sum búfólk fylla út hvønn dag, har hendingar, kenslur og annað hvønn dag verður uppskrivað.

Greinar