Hvat eru uppmerksemisførleikar?

Tá ið tú steðgar á og hugsar teg um, hvat leggur tú merki til? Hvørjir tankar koma og fara í tínum høvdi? Hvussu vildi tú lýst títt kenslulív, frá løtu til løtu? Hvussu hevur tú tað í kroppinum? Og hvat sært tú gongur fyri seg rundanum teg, tá ið tú eygleiðir tínar umstøður?

Uppmerksemisførleikarnir verða ofta kallaðir kjarnuførleikarnir í DAT og lykilin til allar hinar førleikarnar, sum undirvíst kann verða í (t.e. relatiónsførleikar, kreppurførleikar, og kensluregulering). Uttan uppmerksemisførleikarnar er tað torført at nýta hinar førleikarnar. Ástøðið í DAT sær uppmerksemi sum grundleggjandi, tí uttan at duga at eygleiða og lýsa á ein ikki dømandi hátt, so eru vit ikki tilvitað um tann veruleikan, sum vit standa í. Kanska eru vit ov upptikin av stúran um framtíðina ella sorg og skuldarkenslu um fortíðina. Kanska lesa vit inn í atferðina hjá øðrum motiv, sum vit als einki vita um. Ella kanska sníkir impulsiv atferð seg inn og gera vit okkurt skaðiligt, áðrenn vit vita av. Vit mugu vera tilvitað, bæði um tað, sum gongur fyri seg inni í okkum (okkara tankar og kenslur) og tað, sum gongur fyri seg uttan fyri okkum (umstøður og atferð hjá øðrum), ynskja vit at skipa okkara lív á ein sálarliga effektivan máta.

Uppmerksemisførleikarnir hjálpa okkum at fáa ræði á okkara sinni, so vit kunnu stýra okkara atferð.

Tá vit áhaldandi lata vera við at nýta okkara uppmerksemi, byrja vit at missa innilit í okkum sjálv, fáa dømandi tankar og missa javnvág ímillum okkara kenslur og skynsemi. Hetta leiðir ofta til trupulleikar í nærsambondum, trupulleikar í at regulera okkara kenslur og impulsiva atferð, so sum rúsmisnýtslu ella eitt nú sjálvskaða.

Tað er einki løgið ella gátuført við uppmerksemisførleikunum. Tað snýr seg ikki um annað enn at venja seg í, at eygleiða mentala aktivitetin í sinninum. Tað snýr seg um, at tú vendir tínum fokus til løtuna beint nú og so opið og so forvitið, sum tú megnar, eygleiðir júst tað, sum hendir – og einki annað enn tað. At traðka eitt stig aftur og heilt einfalt leggja merki til tað, sum er. Uppmerksemisførleikarnir – á enskum kallaðir mindfulness – hjálpa okkum at fáa ræði á okkara sinni, so vit kunnu stýra okkara atferð.

Tað er ikki uttan orsøk, at Blákrossheimið raðfestir uppmerksemisførleikar í samband við viðgerð fyri rúsnýtsluórógv. Tey síðstu árini hava fleiri eftirmetingar og meta-analýsir kannað effektina av viðgerðum, sum nýta uppmerksemi at viðgera rúsnýtsluórógv við. Li et al. (2017) gjørdu eina stóra meta-analýsu, sum gav ábendingar um at viðgerðir, ið fokuseraðu á uppmerksemi vóru meir effektivar enn aðrir viðgerðarhættir (s.s. “relapse prevention treatment” og kognitiv atferðarterapi) tá ið tað kom til at at minka um títtleikan og nøgdina av rúsnýtslu, aðrar rúsrelateraðar trupulleikar og rústrongd, og høvdu hægri tilburðir av fráhaldi. Goldberg et al. (2018) gjørdu eina líknandi meta-analýsu, sum vísti at uppmerksemisviðgerðir sum oftast góvu líka góð úrslit, eins og aðrir evidensbaseraðir viðgerðarhættir. Korecki et al. (2020) komu til ta niðurstøðu eftir teirra meta-analýsu, at uppmerksemisviðgerðir vóru minst líka effektivar, sum aðrir viðgerðarhættir, og í onkrum førum effektivari.

So ynskir tú at vinna á tíni rúsnýtsluórógv ella ynskir tú heilt einfalt at fáa tað betri sálarliga, so er uppmerksemið staðið at byrja.