4-7-8 (andadrátsvenjingin fyri ótta)
Um tú kennir teg óróligan og sum um ótti er í ferð at taka yvir, so er hetta ein sera munagóð andadrátsvenjing.
- Anda fyrst inn gjøgnum nøsina í 4 taktir.
- Halt so ondini í 7 taktir.
- Anda so út gjøgnum munnin í 8 taktir.
Ger hetta so leingi, tú hevur tørv á tí.
Legg merki til, hvussu tú hevur tað í kroppinum og hvussu tað broytist, meðan tú gert venjingina. Legg eisini merki til, hvussu hetta broytir tína kenslu av ótta og ger teg róligari.
Í útgávuni av 4-7-8 venjingini omanfyri er taktin 70 bpm (beats per minute), tvs. eitt sindur skjótari enn eina takt um sekundið. Um tað kennist ov seint fyri teg, kanst tú gott seta ferðina upp. Tryggja tær bara, at lutfallið millum framvegis er tað sama millum tá ið tú andar inn, heldur ondini og andar út aftur.